1. juni 2026

Mánadagin 1. juni 2026 hevði Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommuna vitjan av Eydis Hartmann Niclasen landstýriskvinnuni í heilsumálum, aðalstjóranum og starvsfólkum í Heilsumálaráðnum. Fundurin varð hildin á kommunuskrivstovuni í Tvøroyri, har kommunustýrislimir og borgarstjórar úr Tvøroyrar, Fámjins og Hvalbiar kommunu luttóku.

Endamálið við fundinum var at kunna um og umrøða ætlanirnar um at byggja ein nýggjan og tíðarhóskandi heilsudepil í Suðuroynni, sum kann rúma virkseminum hjá kommunulæknunum í læknaøki 5. Somuleiðis varð tosað um møguleikan at samansjóða aðrar heilsutænastur í sama bygningi, herundir møguleikan fyri at skapa góðar og framtíðartryggjaðar karmar fyri apoteksvirksemi.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, greiddi frá teimum viðgerðum og fundum, sum hava verið millum kommunurnar og kommunulæknarnar. Hann vísti á, at kommunulæknarnir hava mælt til at savna virksemið í einum felags heilsudepli, sum kann veita borgarunum í Suðuroynni betri tænastur og samstundis tryggja starvsfólkunum góð og nútímans arbeiðsviðurskifti.

Á fundinum varð eisini lagt fram eitt uppskot, sum arkitektavirkið BRIM hevur gjørt. Uppskotið fevnir um eina nýggja heilsumiðstøð við pláss til fimm kommunulæknaviðtalueindir og møguleika fyri, at apotekið verður ein natúrligur partur av samlaðu loysnini. Endamálið er at savna týðandi heilsutænastur undir somu lon og skapa góðar umstøður bæði fyri borgarar og starvsfólk.

Landstýriskvinnan tók væl ímóti teimum sjónarmiðum og upplýsingum, sum komu fram á fundinum. Hon segði seg skilja tey argument, sum vóru løgd fram, og boðaði frá, at hon fer at seta seg nærri inn í málið, áðrenn endalig støða verður tikin til ætlanina.

Kommunurnar fegnast um góða og jaliga samrøðu við Landstýriskvinnuna og Heilsumálaráðið og vóna, at arbeiðið við at finna eina varandi og framtíðartryggjaða loysn fyri heilsutænasturnar í Suðuroynni kann halda fram í góðum samstarvi millum land og kommunur.

Niðara hædd: Apotek og felagsrúm