7. juli 2026
Námsfrøðiligur ráðgevi til Suðuroyar Barnaverndartænastu
Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu, at starvast sum ráðgevi og stuðul í heiminum hjá barnafamiljum og at stuðla børnum og ungum.
Talan er um eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið sum námsfrøðingur er í tøttum samstarvi við barnaverndartænastuna og onnur fakfólk.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld og vikuskiftir.
Søkt verður eftir námsfrøðingi sum:
· Dugir væl at samstarva og samskifta bæði í skrift og talu
· Vísir virðing yvir fyri familjunum og børnunum/teim ungu
· Kann virka fyri, at foreldur fáa neyðugan stuðul og ráðgeving til foreldrauppgávuna
· Kann hjálpa børnum/ungum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag
· Dugir væl at gera eygleiðingar, góð mentaliseringsevnir og er fakliga væl fyri
· Hevur dirvi at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða:
o Eitt spennandi og mennandi starv, í fakliga sterkum umhvørvi
o Eitt starv við ymiskum arbeiðstíðum, har ein skipar arbeiðsdagarnir í samstarvi við umsitingina hjá Barnaverndartænastuni og familjurnar
o Skrivstovu inni á umsitingini
o Sparring og vegleiðing frá starvsfólkunum hjá Barnaverndartænastuni
o Supervisión
Førleikar:
Útbúgving sum námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving. Viðkomandi royndir er ein fyrimunur.
Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort og atgongd til egnan bil í arbeiðnum.
Um Suðuroyar Barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast 3 sosialráðgevar/málsviðgerðar í umsitingini afturat leiðaranum, ein skrivari, ein námsfrøðingur og ein sálarfrøðingur.
Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv og verður sett at byrjað 01. septembur 2026 ella eftir nærri avtalu.
Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, sum Námsfrøðiligir ráðgevar á lønarstigunum 19, 21, 23, 25 og 26.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. juli 2026 kl.12.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum.
Suðuroyar Barnaverndartænasta tekur sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður, at ov fáir skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran Jónleyg O. Finnsdóttir á tlf. 288085/611090 ella teldupost: jonleyge@tvoroyri.fo.
Fyri at arbeiða á einari Barnaverndartænastu er neyðugt, at loyvi verður givið til at innheinta barnaváttan og revsiváttan.
Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella telduposti til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Sornhúsvegur 22
Postboks 104
800 Tvøroyri
Teldupost; jonleyge@tvoroyri.fo ella barnavernd@tvoroyri.fo