NB CONSULTING NÝGGJ FYRITØKA Á TVØROYRI

NB CONSULTING NÝGGJ FYRITØKA Á TVØROYRI

11. juni 2026

NB-CONSULTING, NÝGGJ FYRITØKA Á TVØROYRI

Á Mentanarnáttini á Tvøroyri herfyri, hin 29. mai, var eitt av forvitnisligu punktunum í skránni, opið hús hjá NB-Consulting.

NB-Consulting er nýggj fyritøka á Tvøroyri og handan hana stendur Nadhem Zid. Nadhem er upprunaliga úr Tunis og er 48 ára gamal. Hansara lestrartíð gekk fyri seg í París og tey seinastu 21 árini, áðrenn hann flutti til Føroya, búði hann í Danmark.

Í Danmark fann hann saman við Brynhild Enni, ið er av Tvøroyri, og saman við sínum tveimum døtrum, fluttu tey í 2019 til Tórshavnar.

Nadhem var handilsleiðari hjá Würth tey fyrstu tvey árini. Eftir at hava umhugsað hús í høvuðsstaðnum, so fall valið á at keypa hús á Tvøroyri, ið eisini hava ein prís, ið ein familja megnar at gjalda. Flutt varð tískil aftur til heimstaðin hjá Brynhild og so sluppu børnini eisini at njótað lívið saman við ommuni og abbanum á Tvøroyri.

Eftir at hava ferðast millum Tvøroyri og Tórshavn eina tíð, fekk Nadhem starv sum sølustjóri hjá Richard B. Thomsen timburhandli, á havnalagnum á Tvøroyri. Har starvaðist hann í 4 ár.

 

BYGNINGURIN Á HVÍTANESI

Í fjør valdi Nadhem at royna seg sum sjálvstøðugur aftur og tá hann fekk ein gott tilboð, ið hann «ikki kundi siga nei til», so bleiv bygningurin á Hvítanesi keyptur og í januar í ár varð hann yvirtikin. Tað var her, at Clemens Hofgaard áður rak bilverkstað.

Nadhem og Brynhild sóu beinanvegin stórar møguleikar í bygninginum, men tað hevur kravt nógv at koma hartil, ið tey longu nú eru komin. Fyrsta tíðin gekk við at fáa alt burtur, ið hevði hópað seg upp seinastu mongu árini.

Síðan varð farið til at innrætta. Dreymurin hevur alla tíðina verið at gera eitt «kóntórlandslag», har fyritøkur og einstaklingar kunnu leiga seg inn og vera ein partur av einum felagsskapi.

Sigast má, at sera nógv er komið burturúr, innan stutta tíð. Í partinum av bygninginum, ið vendir út móti vegnum, er sonevnt «Showroom» og kontór hjá NB-Consulting.

Í stóru høllini á suðursíðuni, er avtala gjørd við fólk, við áhuga fyri ellisakførum, í Suðuroynni. Her standa snotilig ellisakfør, vakurt kring stóra, opna hølið.

Beint omanfyri høllina, við útsýni yvir bæði høll og vakra Trongisvágsfjørð, er áður umrødda kontórlandslagið, har pláss er fyri 8 fólkum.

Til kontórlandslagið hoyrir eisini køkur, fundarhølir, lounge og ves.

Íbúð hoyrir eisini til bygningin og hon verður í næstum tøk til stuttíðarleigu.

 

VIRKSEMIÐ

Afturat áður nevnda virkseminum í bygninginum á Hvítanesi, so fæst Nadhem eisini við ymiskt annað. Serliga hevur Nadhem lagt seg eftir, at veita loysnir til vinnulívið.

NB-Green selur orkusparandi og burðardygt tilfar til byggivinnuna. M.a. hitapumpur, ventilatiónsanlegg og sólpanelir, í samstarvi við «Hiti» í Tórshavn.

NB Consulting umboðar eisini gólv frá Tarkett og kann bjóða allar loysnir á hesum økinum.

Fleiri onnur merkir, eru ávegis til showroomið á Hvítanesi.

Nadhem samstarvar eisini við Tvøroyrar kommunu, um vitjanir av ferðamannaskipum komandi árini. Hann hevur m.a. verið millumliður, í samstarvsavtaluni við Nordic Port Group, ið áður er umrøtt á síðunum hjá Tvøroyrar kommunu. Hann hevur avtalur við veitarar úr Danmark og suðureuropa, har hann er ráðgevi/umboð fyri sølu í Skandinavia og Føroyum, millum vinnufyritøkur – sonevnt B2B (Business To Business)

Nadhem sigur at annars, at hansara styrki serliga liggur í at nýskipa og effektivisera fyritøkur og at hann tí eisini átekur sær tílíkar uppgávur, er tørvur á tí.

 

VÆL MÓTTIKIN OG BJARTSKYGDUR

Tá ein familja flytir til eitt nýtt stað, kann tað vera ein avbjóðing at finna fótefestið, men sambært Nadhem, so var hetta ongantíð ein trupulleiki.

«Eg og Brynhild hava frá fyrsta degi verið so sera væl móttikin og genturnar fullu til beinanvegin. Her á Hvítanesi hava fólk verið sera jalig, tá tey hava sæð tað, ið vit hava gjørt við bygningin. Mong minnast hvussu hann sá út áðrenn og fegnast um, at nú er lív komið í á Hvítanesi aftur. Eg eri bjartskygdur, tað eri eg vanliga, og eg eri sera spentur upp á framtíðina», sigur Nadhem at enda.

Øll neyðug kunning um fyritøkuna er at finna á heimasíðuni her https://nb-consulting.dk/  ella á Facebook her https://www.facebook.com/profile.php?id=61587615250489

 

Tvøroyrar kommuna ynskir Nadhem og Brynhild bestu eydnu við fyritøkuni, við vón um eitt gott samstarv.