27. apríl 2026

Fíggjarnevndin hjá Tvøroyrar kommunu hevur á fundi 27. apríl 2026 samtykt at áseta gjøld fyri bátar, sum liggja í kaihylinum á Tvøroyri.

Í løtuni hevur ikki verið ásett nakað fast gjald fyri hesa nýtslu, og er nú avgerð tikn um, at innheinta eitt rímuligt og greitt tænastugjald. 

Málið hevur verið til viðgerðar í Vinnu- og havnanevndini, har ymisk tilmæli hava verið frammi.

Vinnu- og havnanevndin samtykti 1. september 2025 at fara undir arbeiðið at gera eina serstaka reglugerð fyri økið, við atliti at avmarkaðari liggitíðina hjá bátum í kaihylinum og áseta eitt rímiligt dagsgjald. 

Á fundi 23. september 2025 vórðu ymisk tilmæli løgd fram fyri vinnu- og havnanevndina, herundir uppskot um fast dagsgjald alt árið og íverkseta eina skipan, ið tók hædd fyri árstíðarbroytingum.

Við støði í hesum hevur Fíggjarnevndin á fundi 27. apríl 2026 samtykt at áseta eina árstíðarbýtta gjaldsskipan fyri bátapláss í Kaihylinum á Tvøroyri.

Gjaldið verður ásett soleiðis av Fggjarnevndini:

  • Summarhálvuna, 1. mai til 31. august: kr. 150,- pr. dag
  • Vetrahálvuna, 1. september til 30. apríl: kr. 50,- pr. dag

Tænastugjøldini koma í gildið 1. mai 2026.

Endamálið við broytingini er at fáa eina greiða og rímiliga skipan fyri nýtslu av bátaplássunum í kaihylinum, samstundis sum hædd verður tikin fyri, at eftirspurningur og nýtsla er ymisk gjøgnum árið.

Tvøroyrar Havn