SPARKIVØLLUR Í SKÚLAGARÐINUM

SPARKIVØLLUR Í SKÚLAGARÐINUM

19. juni 2026

SPARKIVØLLUR Í SKÚLAGARÐINUM

Skúlagarðurin í ”Nýggja Skúla”, sum hann vanliga verður nevndur her á Tvøroyri, hevur í longri tíð trongt til ábøtur, og arbeitt hevur verið við at gera eina ætlan fyri skúlagarðin.

Næmingaráðið í Tvøroyrar skúla hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu skúlagarðurin kann skipast, og er tað við støði í hesum uppskotinum, at politikarar og umsiting hava arbeitt víðari við ætlanunum um at gera ein sparkivøll á økinum.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá bæði skúlabørnum og ungum annars á Tvøroyri at hava ein sparkivøll mitt í býnum. Nýggi vøllurin er harvið fyrsta stigið í ætlanini at betra um skúlagarðin, og vónar og væntar kommunan, at vøllurin fer at blíva nógv brúktur.

Garðurin rundan um vøllin er nú liðugt stoyptur, og er tað MTV-Byggivirkið, ið hevur staðið fyri hesum arbeiðinum. Mortan Petersen, timburmeistari, ger girðingarnar rundanum vøllin og Groth Electric setir nýggjar ljóssteyrar upp, soleiðis at vøllurin eisini kann brúkast um kvøldarnar. Undirlagið verður veitt og lagt á av Idé Møblum, sum eisini hava lagt líknandi vallir á aðrastaðni í kommununi.

Allar tær gomlu jarngirðingarnar kring skúlagarðin verða í løtuni tiknar vekk. Tær blivu fyri nógvum árum síðani settar upp fyri at forða fyri, at bóltarnir fóru út av vøllinum. Tær eru í ringum standi, og vera ikki líka neyðugar meira, tí nýggi vøllurin verður innilokaður við einum neti, bæði framvið síðunum og omaná.

Vøllurin verður 26x14 metrar til støddar. Gongst eftir ætlan, so verður vøllurin klárur at taka í nýtslu, tá næmingarnir koma aftur í skúla eftir summarfrítíðina.

Tá arbeiðið í skúlagarðinum er liðugt, er ætlanin at fara undir dagføringar av sparkivøllinum í Froðba. Gamla graslíkið skal skiftast, og eisini skal bøtast upp á ljós- og atkomuviðurskiftini.

Sparkivøllurin í Trongisvági varð umvældur og fekk nýtt graslíki í juli 2024.