Starvslýsing -Námsfrøðingar til Mýrifípuna

Starvslýsing -Námsfrøðingar til Mýrifípuna

5. august 2026

Søkt verður eftir námsfrøðingum ella námsfrøðihjálparum og hjálparfólkun í tíðaravmarkað starv, til vøggustovu, barnagarð og frítíðarslúla at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Vil tú vera við til at menna og menta børn á Tvøroyri ert tú vælkomin við í eitt vælvirkandi toymi, ið er nýhugsandi og kreativt. Starvsfólkabólkurin er samansettur við námsfrøðingum námsfrøðihjálparum og hjálparfólkum, ið arbeiða væl saman. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni.

Stovnslýsing:
Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnir um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúlar. 

Mýrifípan og frítíðarskúlanir liggja í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Uppgávuna lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.

Vit vanta at tú: 

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

Setanarviðurskifti:
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.

Umsókn: 
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 25. august 2026 kl.12.00.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv. 

SØK STARVIÐ >>> HER