Fólk hava óivað lagt til merkis, at nógvur roykur hevur verið at sæð úr grótbrotinum undir Akurgerði í Froðba í gjár, har endurnýtsluplássið millum annað er.
Orsøkin til roykin er, at ilur er komin í eina gamla rúgvu av greinum, hoyggi og øðrum grønum, lívrunnum tilfari, sum er tyrvt í grótbrotinum. Tá ilur kemur í slíkt tilfar, kann tað hitna og gløða inni í rúgvuni, og um illa vil til, kann opin eldur taka seg upp. Hetta stavar frá náttúrligari niðurbróting av tilfarinum.
Átaksleiðarin hjá Tvøroyrar sløkkiliði heldur vakið eyga við støðuni. Sløkkiliðið hevur sprænt vatn yvir rúgvuna, og hetta hevur hjálpt væl. Roykurin kann tó taka seg upp aftur, tá ið ein tíð er fráliðin.
Átaksleiðarin metir ikki, at nakar beinleiðis vandi er á ferð. Roykurin kann kortini vera til ampa, serliga tá ið lotið liggur inn yvir bygt øki.
Átaksleiðarin upplýsir, at eldur í stórum rúgvum av greinum, hoyggi og øðrum lívrunnum tilfari kann vera bæði trupul og drúgvur at sløkkja. Orsøkin er, at hiti og gløður kunnu liggja djúpt inni í rúgvuni, hóast lítið sæst á yvirflatuni.
Vatn kann minka um roykin og logar í eina tíð, men tá vatnið er guvað burtur, ella meira luft sleppur inn í rúgvuna, kann roykurin taka seg upp aftur. Tí er neyðugt at eygleiða støðuna í longri tíð og, um tørvur er á tí, varisliga grava rúgvuna sundur og væta tilfarið lag fyri lag undir neyvum eftirliti av sløkkiliðnum.
Mælt verður til, at fólk, sum merkja ampa av roykinum, halda vindeygu og hurðar aftur og avmarka tíðina uttandura, meðan roykurin liggur á.
Støðan verður framhaldandi eygleidd, og um viðurskiftini versna, verður støðan endurmett, hvørt fleiri tiltøk skulu setast í verk fyri at basa roykinum.