Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, 20, 30 ella 40 tímar um vikuna og at byrja 3. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Lesandi ið verða liðug við lesnað, summar 2026, eru vælkomin at søkja.
Vil tú vera við til at menna og menta børn á Tvøroyri ert tú vælkomin við í eitt vælvirkandi toymi, ið er nýhugsandi og kreativt. Starvsfólkabólkurin er samansettur við námsfrøðingum námsfrøðihjálparum og hjálparfólkum, ið arbeiða væl saman. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkaðan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni.
Stovnslýsing:
Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnir um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúlar.
Í Tvøroyrar Kommunu eru tveir frítíðarskúlar; ein til børnini í forskúlanum og ein til børnini í 1. og 2. flokki.
Mýrifípan og frítíðarskúlanir liggja í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Uppgávuna lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
Vit vanta at tú:
Setanarviðurskifti:
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 2. juni 2026 kl.12.00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv. Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.
SØK STARVIÐ >>> HER