
Tvøroyrar kommuna søkir eftir tannlækna at avloysa virkandi tannlækna, sum fer í farloyvið í eitt ár.
Starvið er tíðaravmarkað við starvsbyrjan 1. september 2026 og starvsendi er 31. august 2027.
Barnatannrøktin
Barnatannrøktin kannar og viðger børn og ung í aldrinum 0–18 ár í Tvøroyrar, Fámjins og Hvalbiar kommunu. Tannrøktin leggur stóran dent á góðsku, trivnað og fyribyrgjandi arbeiði, soleiðis at børn og ung fáa bestu fortreytir fyri eina góða tannheilsu.
Barnatannrøktin á Tvøroyri heldur til í hugnaligum og væl útgjørdum hølum í miðbýnum á Tvøravegi 46. Har eru tvær klinikkir, rúmligt frálærurúm, skrivstova og móttøka.
Arbeitt verður við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og Digora.
Starvsfólkahópurin telur seks starvsfólk: leiðandi tannlækna, tríggjar klinikkatstøðingar, ein tannrøktara og eitt reingerðarfólk.
Umframt vanliga kanningar- og viðgerðararbeiðið verður stórur dentur lagdur á fyribyrgjandi arbeiði. Tannrøktin vitjar regluliga í skúlum og barnagørðum við frálæru og kunning um góða tannheilsu.
Barnatannrøktin hevur eisini avtalu við sertannlækna innan ortodonti (tannrætting), sum javnan vitjar á klinikkini. Ortodonti fevnir um kanning, fyribyrging og viðgerð av tann- og kjálkafeilstøðum, herundir skeivum tennum, bitfeilum og øðrum avvikum í tann- og kjálkaútviklinginum.
Hetta gevur tannlæknanum góðar møguleikar fyri fakligt samstarv og sparring við sertannlækna innan ortodonti, umframt innlit í ortodontiskar viðgerðir sum ein natúrligur partur av dagliga arbeiðinum. Samstundis fáa børn og ung í upptøkuøkinum atgongd til serfrøðiliga tannrættingarviðgerð á staðnum.
Hvør ert tú?
Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan barnatannrøkt, men tað er ikki eitt krav.
Vit vænta, at tú:
hevur føroyskt loyvi at virka sum tannlækni, ella kanst fáa hetta
hevur áhuga fyri at arbeiða við børnum og ungum
hevur áhuga fyri fyribyrgjandi arbeiði og heilsufremjan
arbeiðir nærlagið og sjálvstøðugt
hevur góð samstarvsevni
ert jalig/ur og fyrikomandi
hevur góð pedagogisk evni
ert sinnað/ur at vera ein virkin partur av einum góðum og fakliga sterkum arbeiðsplássi
Vit bjóða
Eitt spennandi og fjølbroytt starv innan barnatannrøkt
Góðar arbeiðsumstøður í væl útgjørdum hølum
Eitt gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum
Møguleika fyri fakligari menning og eftirútbúgving
Fakligt samstarv við sertannlækna innan ortodonti (tannrætting), sum javnan vitjar á klinikkini og stendur fyri kanning og viðgerð av tann- og kjálkafeilstøðum
Møguleika fyri fakligari sparring og innliti í ortodontiskar viðgerðir sum part av dagliga arbeiðinum
Eitt starv við stórum sjálvræði og ábyrgd
Setanarviðurskifti
Talan er um tíðaravmarkað avloysarastarv sum tannlækni í eitt ár, frá 1. september 2026 til 31. august 2027. Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Dansk Tandlægeforening.
Umsókn og freist
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi 17. july 2026. Barnaváttan verður umbiðin í sambandi við møguliga setanarsamrøðu.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Annu Mikkjalsdóttir, leiðandi tannlækna, á telefon 781135, ella Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 611085.
SØK STARVIÐ >>> HER
Tannrøkt fyri børn og ung í Suðuroynni
Barnatannrøktin hjá Tvøroyrar kommunu hevur sum mál at tryggja børnum og ungum eina góða tannheilsu gjøgnum fyribyrging, kunning og viðgerð. Við einum sterkum fakligum umhvørvi, góðum samstarvi og atgongd til serfrøðiliga ortodontiska ráðgeving og viðgerð, bjóða vit eitt arbeiðspláss við høgari fakligari góðsku og góðum menningarmøguleikum.
-Okur gleða okkum at hoyra frá tær-