Tvøroyrar kommuna hevur gott fíggjarlig rásarúm

Tvøroyrar kommuna hevur gott fíggjarlig rásarúm

30. august 2026

Tvøroyrar kommuna við góðum fíggjarligum grundarlagi

Fíggjarmálaráðið hevur 28. august kunngjørt sína frágreiðing um kommunalu roknskapirnar fyri 2025. Frágreiðingin tekur samanum fíggjarligu gongdina hjá føroysku kommununum og gevur samstundis møguleika at samanbera rakstur, íløgur, úrslit og skuldarstøðu millum kommunurnar.

Roknskapurin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2025 vísir eina góða fíggjarliga gongd. Kommunan hevði eitt høgt íløgustøði, árið endaði nærum í fíggjarligari javnvág, og nettoskuldin er framvegis á einum lutfalsliga lágum støði.

Inntøkur á 111,9 mió. kr.

Samlaðu inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu vóru 111,9 mió. kr. í 2025, meðan rakstrarútreiðslurnar vóru 88,8 mió. kr.

Samstundis framdi kommunan nettoíløgur fyri 20,2 mió. kr.

Tá rakstur, løgur og útlán verða tikin saman – sokallaða RLÚ-úrslitið – endaði 2025 við einum halli á bert umleið 0,4 mió. kr.

Úrslitið skal tí eisini síggjast í ljósinum av íløguvirkseminum. Hóast kommunan framdi íløgur fyri meira enn 20 mió. kr. í árinum, var samlaða úrslitið sostatt sera nær fíggjarligari javnvág.

Tvøroyri samanborið við kommunur við fleiri enn 1.000 íbúgvum

Ein viðkomandi samanbering fæst, tá hugt verður at teimum føroysku kommununum, sum hava fleiri enn 1.000 íbúgvar.

Talan er um Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur-, Vága, Sunda, Tvøroyrar, Fuglafjarðar, Nes og Vágs kommunur.

Høvuðstølini fyri 2025 vísa hesa mynd:

Kommuna Íbúgvar Nettoíløgur RLÚ-úrslit Nettoskuld pr. íbúgva Nettoskuld í % av skuldarlofti
Tórshavn 23.476 325,9 mió. +41,0 mió. 14.100 kr. 20%
Klaksvík 5.537 54,2 mió. +22,1 mió. 64.800 kr. 87%
Runavík 4.439 108,2 mió. -34,6 mió. 62.800 kr. 93%
Eysturkommuna 2.287 42,6 mió. -25,0 mió. 47.700 kr. 69%
Vága kommuna 2.183 16,4 mió. +7,7 mió. 26.000 kr. 38%
Sunda kommuna 1.787 34,8 mió. -12,7 mió. 29.000 kr. 41%
Tvøroyrar kommuna 1.697 20,2 mió. -0,4 mió. 22.800 kr. 33%
Fuglafjarðar kommuna 1.639 43,5 mió. -13,9 mió. 42.800 kr. 61%
Nes kommuna 1.618 22,8 mió. +0,2 mió. 20.200 kr. 31%
Vágs kommuna 1.327 6,0 mió. +4,9 mió. 20.600 kr. 32%

Kelda: Fíggjarmálaráðið, kommunalu roknskapirnir 2025.

Tvøroyri millum kommunurnar við lægstu skuld

Samanberingin vísir, at Tvøroyrar kommuna hevur eina lutfalsliga góða skuldarstøðu.

Nettoskuldin var við árslok 2025 umleið 22.800 kr. fyri hvønn íbúgva. Tvøroyri hevur sostatt fjórðlægstu nettoskuldina fyri hvønn íbúgva í hesum kommunubólkinum.

Sama mynd sæst, tá nettoskuldin verður mett í mun til lógarásetta skuldarloftið.

Nettoskuldin hjá Tvøroyrar kommunu svaraði við árslok 2025 til 33 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum verður nýtt til at áseta skuldarloftið. Eisini her hevur Tvøroyri fjórðlægsta skuldarlutfallið millum kommunurnar við fleiri enn 1.000 íbúgvum.

Tórshavn liggur á 20 prosentum, Nes á 31 prosentum og Tvøroyri á 33 prosentum. Í hinum endanum liggja Runavík á 93 prosentum, Klaksvík á 87 prosentum, Eysturkommuna á 69 prosentum og Fuglafjørður á 61 prosentum.

Munandi íløgur samstundis sum skuldin er lág

Skuldarstøðan hjá Tvøroyri er serliga áhugaverd, tá hon verður sædd saman við íløguvirkseminum.

Tvøroyrar kommuna framdi nettoíløgur fyri 20,2 mió. kr. í 2025. Við 1.697 íbúgvum svarar hetta til umleið 11.900 kr. í íløgum fyri hvønn íbúgva.

Kommunan hevur sostatt megnað at fremja munandi íløgur, samstundis sum samlaða RLÚ-úrslitið bert vísir eitt hall á umleið 0,4 mió. kr., og nettoskuldin framvegis bert svarar til ein triðing av skuldarloftinum.

Tað gevur eina meira fullfíggjaða mynd av fíggjarstøðuni enn úrslitið fyri eitt einstakt ár einsamalt.

Tvøroyri og Suðuroyggin

Tá hugt verður at Suðuroynni, sæst eisini, at Tvøroyrar kommuna hevði eitt høgt íløguvirksemi í 2025.

Tvøroyri hevði nettoíløgur fyri 20,2 mió. kr., meðan Vágs kommuna hevði íløgur fyri 6,0 mió. kr., Hvalbiar kommuna 4,3 mió. kr., Sumbiar kommuna 1,5 mió. kr. og Hovs kommuna umleið 0,5 mió. kr. Íløgurnar hjá Porkeris og Fámjins kommunum vóru avmarkaðar sambært uppgerðini.

Samanlagt vóru nettoíløgurnar hjá kommununum í Suðuroynni umleið 32,5 mió. kr. Av hesum stóð Tvøroyrar kommuna fyri 20,2 mió. kr., svarandi til umleið 62 prosent av samlaðu kommunalu nettoíløgunum í Suðuroynni í 2025.

Hetta undirstrikar, at tað lítla hallið hjá Tvøroyrar kommunu í 2025 skal síggjast í ljósinum av einum munandi íløguvirksemi.

Kommunurnar komu sum heild gott burtur úr 2025

Frágreiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at føroysku kommunurnar samanlagt høvdu eitt hall á 40,4 mió. kr. í 2025.

Hetta er ein munandi bati samanborið við 2024, tá samlaða hallið var 347,8 mió. kr.

Úrslitið fyri 2025 gjørdist eisini 129,5 mió. kr. betri enn upprunaliga fíggjarætlað. Ein høvuðsorsøk var, at samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununum gjørdust 256,7 mió. kr. hægri enn væntað.

Fíggjarmálaráðið vísir eisini á, at eingin kommuna var omanfyri lógarásetta skuldarloftið við árslok 2025, og at samlaða fíggjarliga rásarúmið hjá kommununum verður mett til umleið 2,4 mia. kr.

Gott grundarlag undir komandi íløgum

Fyri Tvøroyrar kommunu, -eins og allar kommunr- er umráðandi at hava eitt haldgott fíggjarligt grundarlag, so møguligt er at fremja tær stóru og neyðugu uppgávurnar, sum koma at standa fyri framman hjá kommununum.

Komandi árini verður framhaldandi tørvur á munandi íløgum í millum annað vegir, havnir og annað undirstøðukervi, barna- og skúlaøkið, ítróttar- og mentanarøkið, ferðslutrygd umframt kommunalar bygningar og tænastur.

Roknskapurin fyri 2025 vísir, at Tvøroyrar kommuna hevur megnað at sameina eitt munandi íløguvirksemi við einum úrsliti nær javnvág og einari lutfalsliga lágari nettoskuld.

Samanberingin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir samstundis, at Tvøroyrar kommuna, samanborið við aðrar kommunur av ávísari stødd, hevur eitt gott fíggjarligt útgangsstøði til tær íløgur og raðfestingar, sum koma at standa fyri framman.

Málið er framhaldandi at menna kommununa og fremja neyðugar íløgur við fyriliti, soleiðis at fíggjarliga javnvágin og rásarúmið eisini verða varðveitt komandi árini.

Kelda: Fíggjarmálaráðið – Frágreiðing um kommunalu roknskapirnar fyri 2025, kunngjørd 28. august 2026.

Kelda: Fíggjarmálaráðið – Frágreiðing um kommunalu roknskapirnar fyri 2025  >>> meira kann lesast her