Tvøroyrar kommuna hevði í dag vitjan av formansskapinum í Fólkatinginum og Løgtinginum
Vitjanin var eitt gott høvi at vísa fram kommununa, vinnulívið, mentanarligu karmarnar og tey støð, sum hava havt stóran týdning fyri søguna og menningina á Tvøroyri.
Kommunan var vertur fyri vitjanini, sum millum annað var í SALT, har gestirnir fingu høvi at síggja eitt av týdningarmestu mentanar- og savningarstøðunum í Suðuroynni. Í SALT var kommunan eisini vertur fyri einum døgurða.
Eisini varð siglt um fjørðin við Thorshavn, har høvi var at síggja Tvøroyri frá sjónum og fáa innlit í týdningin, sum fjørðurin, havnin og vinnan hava fyri kommununa. Í sambandi við vitjanina varð eisini vitjað á Varðanum Pelagic, í Tvøroyrar kirkju, í gomlu Krambúðini og í pakkhúsinum á havnalagnum.
Frá kommununnar síðu varð dentur lagdur á at vísa, hvussu søga, mentan, vinna og framtíðarmøguleikar hanga saman á Tvøroyri. Býurin hevur í mong ár verið eitt týdningarmikið vinnu- og mentanarsentur í Føroyum, og vitjanin gav eitt gott høvi at greiða frá teimum møguleikum og avbjóðingum, sum kommunan og Suðuroyggin nú standa yvirfyri.
Tvøroyrar kommuna fegnast um vitjanina og sær hesa sum ein týðandi part av tí góða samskiftinum millum lokalsamfeløgini og politisku skipanirnar í Føroyum og Danmark.
Vit takka formansskapinum í Fólkatinginum og Løgtinginum fyri vitjanina og fyri gott og gevandi prát.