Tvøroyrar kommuna styrkir ferðavinnuna og skapar nýtt lív í Gamla Kongaliga Einahandilin

Tvøroyrar kommuna styrkir ferðavinnuna og skapar nýtt lív í Gamla Kongaliga Einahandilin

13. apríl 2026

Tvøroyrar kommuna styrkir ferðavinnuna og skapar nýtt lív í Gamla Kongaliga Handlinum

Tvøroyrar býráð hevur samtykt at fara víðari við tveimum týdningarmiklum átøkum, sum skulu styrkja ferðavinnuna á Tvøroyri og menna býin sum móttøkustað fyri cruise- og aðrari ferðavinnu. Talan er um eina royndarverkætlan í Gamla Kongaliga Handlinum á havnalagnum og um leingjan av samstarvinum við NB Consulting um ferðavinnuráðgeving og samskipan.

Ein týðandi partur av hesum arbeiði er avtalan millum Tvøroyrar kommunu og Ansgar Sørensen um tænastuveiting, rakstur og brúksrætt til Krambúðina á Havnalagnum 46, fyrrverandi Gamla Kongaliga Einahandilin. Sambært avtaluni skal Krambúðin nýtast sum kunningarstova fyri ferðafólk, gestir og borgarar, umframt sum savningar- og móttøkustað, har vitjandi kunnu keypa sær kaffi og lætt ábit.

Gamli Kongaligi Handilin og pakkhúsini á havnalagnum hava serligan søguligan og mentanarligan týdning fyri Tvøroyri og allar Føroyar. Bygningarnir liggja sera væl fyri mitt í býnum og eru tí væl hóskandi sum savningarstað.

Kommunan ynskir at geva hesum søguliga ríka bygningi nýtt lív og ætlanin er, at Gamli Kongaligi Handilin skal gerast eitt livandi og innbjóðandi stað, har kunning, móttøka og ferðavinnuvirksemi verða savnað undir sama taki. Har skal vera ein føst og álítandi kunningartænasta, sum kann veita upplýsingar um staðbundin tilboð, samferðslu, mentan, tiltøk og aðrar tænastur, samstundis sum cafévirksemið skal vera við til at skapa meira lív og trivnað á havnalagnum.

Kommunan hevur frammanundan eina líknandi avtalu við Bindi Madsen um raksturin av Seglloftinum. Har kunnu fólk og fyritøkur bíleggja sær serstakliga hugnalig høli til veitslur, fundir og annað líknandi virksemi. Henda avtalan sampakkar væl við ætlanunum um at menna havnalagið sum eitt livandi og fjølbroytt savningarstað fyri bæði borgarar og vitjandi.

Kommunan fer at dagføra og tillaga hølini, so tey kunnu nýtast á ein nútímans og hóskandi hátt, samstundis sum virðing verður sýnd teimum søguligu bygggingnum sum eru friðaðir. Ætlanin er at fremja smávegis neyðugar tillagingar, m.a. at atkomuviðurskiftini skulu vera nøktandi, eisini fyri fólk, ið nýta koyristól.

Tvøroyrar kommuna hevur eisini longt sáttmálan við NB Consulting, umboðað av Nadhem Zid, sum fevnir um ráðgeving, samskipan og menningararbeiði í sambandi við cruise- og aðra ferðavinnu, herundir samskipan millum kommununa, havnina, Nordic Port Group, lokalar veitarar og aðrar viðkomandi samstarvspartar. Endamálið er at styrkja Tvøroyri sum ferðamál og tryggja eina góða og væl samskipaða móttøku av vitjandi.

Við hesum átøkum ynskir Tvøroyrar kommuna bæði at varðveita og menna søguligu bygningarnar, samstundis sum karmar verða skaptir fyri nýggjum virksemi, betri kunning og styrktari ferðavinnusamskipan. Endamálið er at gera Tvøroyri enn meira sjónligt, innbjóðandi og væl fyrireikað sum ferðamál til gagns fyri bæði borgarar, vinnulív og vitjandi.

Tvøroyrar kommuna sær fram til eitt gott og týdningarmikið samstarv um at menna ferðavinnuna til frama fyri Tvøroyri, borgarar, vinnulív og gestir.

 

Ansgar Sørensen, Nadhem Zid og Kristin Michelsen