UNG Í ARBEIÐI 2026 - TILMELDING
Ert tú millum 15 - 17 ár í summar, ella fyllir tú 15 í inniverandi ári?
So kanst tú melda teg til ung í arbeiði í summarfrítíðini.
Býráðið hevur einmælt samtykt at bjóða ungdómum við bústaði í Tvøroyrar kommunu, arbeiði í teirra summarfrítíð 2026, har hvør umsøkjari fær arbeiði í tvær vikur.
Arbeiðið er ætlað ungum í bólkinum 15-17 ár, umframt tey 14 ára gomlu, ið fylla 15 í inniverandi ári. Hettar merkir, at fyri at tú kanst luttaka í Ung í arbeiði, skalt tú:
Antin vera fylt/ur 15 ár, áðrenn arbeiðið byrjar, ella fylla 15 í inniverandi ári.
Ikki fylla 18 ár í tíðarskeiðnum.
Vera sinnað/ur og tøk/ur at arbeiða í tvær vikur, í tínari summafrítíð.
Arbeitt verður í vikunum 26 og 27 (22. juni – 3. juli) átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Eru spurningar, ber til at ringja til samskiparan, Dan Thomsen, á tlf. 781142
Tilmelding til Ung í Arbeiði fer fram her her: https://tvk.fo/sjalvgreidsla/oydubloed/ung-i-arbeidi-umsoknarblad/ og skal verða Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. juni, kl 15:00.