Kappróðrarneystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag (FSR) á Tvøroyri er ein spennandi verkætlan.
Neystið er bygt á Hvítanesi, beint vestanfyri gamla bygningin hjá Poul Hansens Heilsølu, og verkætlanin kemur at kosta uml. 10,3 milliónir krónur.
Neystið verður stórt, umleið 12x30 metrar, við stórum felagshøli og venjingarmøguleikum. Orkan, ið verður nýtt í húsinum, verður grøn, antin jørð- ella sjóhiti.
Verkætlanin er fíggjað av Tvøroyrar kommunu og LOA-Grunninum.
Nýggja neystið verður ein kollvelting fyri rógviumhvørvið á Tvøroyri, og tað fer at bjóða fleiri møguleikar, so sum kajakk-rógving, SUP (Stand up paddling), sjódypp og sauna.