Tvøroyrar kommuna hevur fingið stuðul frá FSF til fótbóltshøll við Stórá

Tvøroyrar kommuna hevur fingið stuðul frá FSF til fótbóltshøll við Stórá

24. apríl 2026

Tvøroyrar kommuna hevur fingið játtaðan stuðul á 4,0 mió. kr. frá Fótbóltssambandi Føroya til ætlaðu byggingina av einari innandura fótbóltsvenjingarhøll við Stórá. Stuðulin er játtaður sum partur av FIFA Forward 3.0-skipanini. Nú skal býráðið taka endaliga støðu til, um og hvussu arbeiðast skal víðari við verkætlanini.

Tvøroyrar kommuna søkti 1. mars 2026 um stuðul til bygging av einari innandura fótbóltsvenjingarhøll við Stórá í Trongisvági. Umsóknin varð send við støði í einmæltari býráðssamtykt frá 29. januar 2026, eftir at bæði fíggjarnevnd og býráð høvdu samtykt at arbeiða víðari við málinum og søkja um stuðul frá FSF.

Málið hevði frammanundan verið til politiska viðgerð í býráðnum í fleiri umførum. Mentanarnevndin hevði longu í februar 2025 tikið jaliga undir við, at arbeitt varð víðari við ætlanini, og í januar 2026 varð málið tikið upp av nýggjum, eftir at FSF kunngjørdi stuðulsskipanina til fótbóltshallir.

Talan er sambært fyriliggjandi umsókn um eina sokallaða 7-ara innandura fótbóltshøll við vølli á 30 x 50 metrum. Høllin er projekterað til 38 x 56 metrar, svarandi til 2.128 fermetrar, og er ætlað staðsett við Stórá sunnan fyri TB-húsið.

Uppskot til verkætlanina er teknað og ment av BRIM arkitektum í samráð við umsitingina hjá Tvøroyrar kommunu, har dentur er lagdur á eina funktionella og samanhangandi loysn við verandi bygningum og hentleikum. Í skitsuuppskotinum er lagt upp til, at høllin verður knýtt saman við verandi bygningi, soleiðis at núverandi hentleikar sum umklæðing, uppihald og onnur høli kunnu verða partur av einari samlaðari loysn.

Týðandi stig fyri ítrótt og trivna
Tvøroyrar kommuna hevur søkt um stuðul til verkætlanina, tí kommunan metir, at hetta er ein týðandi liður í at styrkja og betra um møguleikarnar hjá unga ættarliðnum í kommununi. Við slíkari høll verða karmarnir fyri venjing og menning innandurða munandi betri alt árið, serliga í vetrarhálvuni, tá veðurlagið ofta avmarkar uttandura virksemi.

Høvuðsendamálið er, at børn og ung í kommununi skulu fáa eins góðar karmar og menningarmøguleikar til ítrótt, sum ungdómur aðrastaðni í Føroyum fær, og at tey sostatt kunnu kappast og mennast á jøvnum føti við onnur.

Metingin um ætlanina leggur eisini dent á, at høllin kemur at skapa betri grundarlag fyri heilsufremjandi ítróttið, trivnaði og felagsskapi í lokalsamfelagnum, bæði gjøgnum skipaðan fótbólt og aðrar rørslu- og ítróttartiltøk í breiðum høpi.

Verkætlanin er samstundis ein liður í at menna og styrkja virksemið hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Í umsóknini verður víst á, at TB er ikki bara elsta fótbóltsfelag í Føroyum, men eitt av teimum elstu feløgunum í Norðanlondum.

Kommunan metir tí, at betri karmar eru ein fortreyt fyri, at TB kann halda áfram at kappast, menna sítt virksemi og fremja neyðug átøk undir best møguligum umstøðum. Ein innandura høll við Stórá kann sostatt gerast eitt týðandi íkast til bæði lokalan og landsfevnandi fótbóltsmenning.

FSF hevur nú boðað frá, at sambandið ynskir at stuðla verkætlanini hjá Tvøroyrar kommunu við 4,0 mió. kr. Samstundis hevur FSF sett treytir fyri stuðlinum, herundir at váttan um fígging av verkætlanini skal fyriliggja í seinasta lagi 1. desember 2026, at bygningsarbeiðið skal verða sett í verk í seinasta lagi í 2027, at treytirnar í FIFA Forward 3.0-skipanini verða loknar, og at FSF fær framíhjárætt at nýta høllina sambært nærri avtalu og uttan kostnað.

Endalig støða skal takast av býráðnum
Við hesum er eitt týdningarmikið stig tikið í arbeiðinum við at skapa betri ítróttarkarmar við Stórá.

Nú stuðulin er játtaður, skal býráðið taka endaliga støðu til, um og hvussu víðari skal farast fram við verkætlanini. Í tí sambandi skulu viðurskifti sum fígging, kostnaður, stødd og endalig útforming lýsast nærri.

Ma. má eisini metast um, hvørt tað —sum sæst í samskiftinum við FSF — er grundarlag fyri at umrøða eina tillaging av verkætlanini frá einari 7-ara høll til eina 9-ara høll, tá hetta gevur betri kostnyttuvirði, -tvs. meira hóskandi lutfall millum kostnað og gagn.

Ætlaða staðseting:9´ari

>>>9´ari (73 x 46 m)

7´ari

>>>7´ari (55 x 37 m)

Ein 7v7-vøllur er vanliga um 55 x 37 m, meðan ein 9v9-vøllur er um 73 x 46 m. Tað merkir, at sjálvur spælivøllurin fer úr uml. 2.035 m² upp í uml. 3.358 m² — og er sostatt uml. 65 % størri.

(Myndir í greinini eru vegleiðandi)

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá FSF >>>her