Tvøroyrar kommuna ynskir Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hjartaliga tillukku við heiðrinum sum Ársins Róðrarfelag 2026, sum felagið fekk á Róðrarveitsluni hjá Róðrarsambandi Føroya leygarkvøldið 1. august.
Tað er at frøast um, at tað gongur so væl hjá ítróttinum og ungdóminum í kommununi. Heiðurin ber prógv um, at eitt miðvíst og væl skipað felagsarbeiði, borið av eldsálum og sterkum felagsskapi, gevur góð úrslit. Samstundis er heiðurin ein viðurkenning av tí stóra arbeiðinum, sum verður lagt í felagið av rógvarum, venjarum, leiðarum, sjálvbodnum og øllum teimum, sum á ymiskan hátt stuðla upp undir virksemið.
Kappróðrarárið 2026 hevur verið eitt sera spennandi og úrslitagott ár hjá FSR. Felagið hevur verið væl umboðað frá barnaróðri til vaksnamanna- og mastersróður, og úrslitini vísa bæði breiddina og dygdina í felagnum.
Froðbingur við monnum gjørdist føroyameistari í 6-mannaførum við 43 stigum, tvey stig framman fyri Smyril. Á Ólavsøku gjørdist Froðbingur nummar tvey, men góðu og støðugu avrikini gjøgnum alt kappingarárið tryggjaðu manningini FM-heitið.
Eisini Tvørabáturin við kvinnum í masters gjørdist føroyameistari. Manningin vann FM við 20 stigum og setti eitt sera gott punktum fyri árið við eisini at vinna Ólavsøkuróðurin.
Froðbingur við kvinnum hevði somuleiðis eitt framúr gott kappingarár og endaði á øðrum plássi í FM við 43 stigum. Á Ólavsøku gjørdist manningin eisini nummar tvey.
Hjá teimum yngru hevur Firvaldur eisini staðið seg sera væl. Genturnar 14–16 ár endaðu á øðrum plássi í FM við 44 stigum, sama stigatali sum Drekin, ið varð nummar eitt. Á Ólavsøku gjørdist Firvaldur aftur nummar tvey eftir ein sera tættan róður.
Dreingirnir 14–16 ár á Firvaldi tryggjaðu sær triðja plássið í FM við 36 stigum og gjørdust eisini nummar trý á Ólavsøku.
Í barnaróðrinum hjá dreingjum gjørdist Firvaldur nummar tvey í FM við 29 stigum. Manningin endaði kappingarárið á besta hugsandi hátt við at vinna Ólavsøkuróðurin.
Samanumtikið hevði FSR sostatt eitt avbera gott FM-ár við tveimum føroyameistaraheitum, trimum øðrumplássum og einum triðjaplássi hjá teimum seks manningunum, sum umboðaðu felagið í hesum bólkunum. Harumframt vunnu bæði Tvørabáturin í masters og Firvaldur í barnaróðri á Ólavsøku.
Úrslitini eru ikki komin av sær sjálvum. Tey eru úrslit av nógvum tímum á sjónum og í venjing, av ágrýtni og samanhaldi og av einum stórum sjálvbodnum arbeiði kring felagið. Tað er serliga gleðiligt at síggja, at børn, ung og vaksin kunnu savnast um kappróðurin í einum sterkum og virknum felagsskapi.
Góðir karmar hava eisini stóran týdning. Felagið hevur fingið góðar umstøður at menna virksemið, og tað sæst aftur í bæði virkseminum, undirtøkuni og úrslitunum. Tá góðir karmar, dugnalig fólk, eldhugi og felagsskapur ganga hond í hond, verður grundarlagið lagt undir bæði góð ítróttarúrslit og eitt sterkt felagslív.
At verða kosið Ársins Róðrarfelag snýr seg tí um meira enn stigatalvur og plaseringar. Tað er eisini ein viðurkenning av felagsskapinum, arbeiðinum við børnunum og teimum ungu, sjálvbodnu kreftunum og øllum teimum, sum gera sítt til, at kappróðurin hevur so sterka støðu í Froðbiar sókn.
Tvøroyrar kommuna er errin av tykkara avriki og ynskir rógvarum, venjarum, leiðslu, sjálvbodnum, stuðlum og øllum øðrum í og kring Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hjartaliga tillukku við væl uppiborna heiðrinum sum Ársins Róðrarfelag 2026.
Hjartaliga tillukku til tykkum øll í manna bátanir hjá FSR og øll handa felagið – og takk fyri eitt framúr gott kappróðrarár!