FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


08-01-2016

Innskriving av børnum til Frítíðarskúlan Smæruna í Trongisvági

Børn, ið skulu í frítíðarskúla skúlaárið 2016/2017, kunnu verða innskrivaði frá tórsdegnum 14. januar 2016.

Innskrivingin fer fram í hølunum hjá frítíðarskúlanum aftaná innskrivingina til 1. flokk.

Um ikki ber til at møta, kunnu tit seta tykkum í samband við leiðaran á tlf 218737 ella teldupost fts@tvoroyri.fo

Frítíðarskúlin Smæran 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn