BARNAVERNDARTÆNASTAN
Tú ert her: BARNAVERNDARTÆNASTAN
Postboks 104
800 Tvøroyri
Tlf. 611090
barnavernd@tvoroyri.fo

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir at børn og ung,  sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum,  ið kunnu skaða teirra vælferð og menning,  kunnu fáa tað hjálp ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
 
Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er  at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni , at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt. 
 
  • Tú kann venda tær til Barnaverndartænastuna um tú, barn títt ella familjan hava ringar umstøður og hava tørv á hjálp til at mýkja gerandisdagin.

  • Tú kann eisini seta teg í samband við Barnaverndartænastuna um tú veit um familju ella barn ið tørva hjálp.

  • Tú kann vera ónevndur um tú ynskir tað.
 

Persónupplýsingarpolitikkur


 
Barnaverndartænastan 611090, T-postur: barnavernd@tvoroyri.fo
 
Avgreiðslutíð: Mánadag – fríggjadag kl. 09.00 – 14.00
 
Vakttelefonin eftir arbeiðstíð: 283033




 
Suðuroyar Barnaverndartænasta er skipað sum eitt samstarv millum kommunurnar í oynni við Tvøroyrar kommunu sum vertskommunu. Kommunustýrini velja hvørt sítt umboð í barnaverndarnevndina og í samstarvsnevnd. Samstarvsnevndin skipar umsitingina. Kommunurnar halda rakstrarútreiðslurnar í mun til fólkatalið.
 
Suðuroyar Barnaverndarnevnd:
Majken Josveinsdóttir forkvinna, umboð fyri Hov
Birgir Veyhe næstformaður, umboð fyri Porkeri
Amy Thomsen, umboð fyri Sumba
Lisbet Jacobsen, umboð fyri Fámjin
Alice Tausen, umboð fyri Hvalba
Steingrím Niclasen, umboð fyri Tvøroyri
Eyðhild Mørk, umboð fyri Vágur




 


 


TÍÐINDI

Barnaverndartænastan, Postboks 104, 800 Tvøroyri - Tlf. 611090 - barnavernd@tvoroyri.fo