TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
15-03-2017

Reglugerð fyri flogfenaðhald (húsdýrahald) í Tvøroyrar kommunu

Við heimild í § 26 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, við seinni broytingum, verður hendan reglugerð sett í gildi.

 

Øki og lýsingar

§ 1. Reglugerðin fevnir um uttandura húsdýrahald av flogfenaði í Tvøroyrar kommunu.

Stk. 2. Reglugerðin fevnir tó ikki um vinnuligt virksemi, ið hevur umhvørvisgóðkenning sambært kap. 5 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

Stk. 3. Flogfenaður eru høsn, gæs, dunnur, kalkunir, dúgvur og aðrir fuglar.

 

Krøv til flogfenaðhald

§ 2. Í øllum tættbygdum øki (býarlíkum býlingum) í kommununi skulu tey, ið fara undir at halda flogfenað, gera tað í samsvari við hesa reglugerð.

Stk. 2. Tey, ið ætla at halda flogfenað kunnu spyrja seg fyri hjá kommununi um ivamál.

Stk. 3. Flogfenaðhald, ið longu er skipað, áðrenn reglugerðin kemur í gildi, kann halda fram sum er, men kann tó koma undir reglurnar í §§ 3-5, herundir kunnu krøv ella forboð verða sett teimum.

 

Krøv til búr, garðar, girðingar, hús og tílíkt

§ 3. Búr, hús ella tílíkt bygningskent tilhald hjá flogfenaði skal vera í minsta lagi 2,5 m frá marki til granna.

Stk. 2. Girðing skal antin vera púra tøtt, ella vera í minsta lagi 0,5 m frá marki til granna, tá talan er um hegn, rimagarð ella tílíkt.

Stk. 3. Girðingin skal gerast forsvarliga, eisini so at annar fuglur ikki fær flogið inn, og um neyðugt, skal net spennast yvir.

Stk. 4. Búr og hús skulu lyftast 0,35 m upp frá jørðildinum at tryggja móti rottu. Tó ikki gásarhús, ið kunnu vera grivin niður í svørðin.

Stk. 5. Ikki er loyvt at hava flogfenað gangandi leysan á gøtu, vegi ella øðrum øki, sum er opin fyri vanligari ferðslu ella aðrari atgongd hjá fólki.

Stk. 6. Hanar mugu ikki vera uttandura millum kl. 21 á kvøldi og kl. 7 á morgni.

 

Fóður og tílíkt

§ 4. Fóður skal goymast í rottutryggum íløtum.

 

Stk. 2. Leivdir frá húsarhaldinum kunnu bert gevast sum fóður, um avlop verður tikið burtur beint eftir, at tað er givið og í seinasta lagi á kvøldi.

 

Stk. 3. Búr, hús o.t. skulu regluliga sópast og haldast rein. Girðingar skula haldast í góðum standi.

 

Stk. 4. Tøð (skarn) frá húsdýrahaldinum skal antin burturbeinast til tyrvingarplássið ella gravast niður á egnari grund, í minsta lagi 2,5 m frá marki til granna.

 

Klagur, boð, treytir og forboð

§ 5. Klagur um brot á hesa reglugerð skulu sendast til Tvøroyrar kommunu.

Um húsdýrahald av flogfenaði elvir til ampa, sum stink, gang, nógva flugu, rottu, kann Tvøroyrar kommuna geva eigaranum boð um at fylgja reglugerðini. Um boð ikki verða hildin, kann kommuna seta forboð fyri haldinum.

Kommunan kann eisini geva ítøkilig boð um ábøtur ella broytingar í flogfenaðhaldinum.

 

Undantaksloyvi

§ 6. Í serligum førum kann Tvøroyrar kommuna eftir áheitan, geva smærri frávik frá ásetingunum í §§ 2-4.

 

Kærumál

§ 7. Boð ella forboð, sum Tvøroyrar kommuna gevur eftir hesi reglugerð kann innan 4 vikur kærast til Umhvørvisstovuna. Fellur kærufreistin á ein leygardag ella sunnudag, verður hon longd til næsta gerandisdag.

 

Revsireglur

§ 8. Verður boð ella forboð ikki fylgt, kann tað verða revsað við bót, hetta sambært § 41, stk. 1, pkt. 3 í kunngerð um umhvørvisreglur við seinni broytingum.

 

Gildisreglur.

§ 9. Henda reglugerð, sum samtykt á býráðsfundi tann 13. februar 2017 og er góðkend av Umhvørvisstovuni tann 8. mars 2017, kemur í gildi 15. mars 2017.

 
Heinta niður sum pdf:  Reglugerð fyri flogfenaðhald (PDF, 207 KB) 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo