23-04-2014
Vatnveiting, kloakk, el og telefon
Gjaldið fyri íbinding í kommunala vatnveiting og kloakk er í løtuni 15.000 kr - 5.000 kr fyri íbinding í vatnveiting og 10.000 kr fyri íbinding í kloakk.
Kloakk Eigarin leggur sjálvur rørini frá húsunum til rottangan, og frá rottanganum til kommunala kloakk.
Vatnveiting Kommunan leggur vatnveitingina inn á grundstykkið, ímeðan eigarin sjálvur leggur veitingina haðanífrá til húsini.
Útstykkingin á HeiðatrøðniVeitingarnar eru lagdar til grundstykkini, og gjaldið fyri íbinding í kommunala vatnveiting og kommunala kloakk er íroknað kostnaðin fyri grundstykkið.
El og telefon Eigarin avtalar sjálvur innleggingina við hesi feløg.