FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


02-10-2020

KUNNGERÐ UM VALLISTAR TIL KOMMUNUVALIÐ

Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið hin 10. november 2020, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni á Tvørávegi 37 á Tvøroyri, frá 5. oktober til 16. oktober, í vanligari avgreiðslutíð, mánadag til fríggjadag frá kl. 09-15
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá valt verður.
TVØROYRAR KOMMUNA
Jean Dimon, formaður í valnevndini
Fróði Mortensen, kommunustjóri



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn