FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


13-04-2021

Plantingardagurin útsettur til tórsdagin 15. apríl

 

Svikaliga og kalda veðrið seinastu dagarnir, hevur ført við sær, at til ber ikki at fáa fatur á trøum til at planta við Stórá, fyrr enn tórsmorgun 15. apríl.
Plantingardagurin, ið eftir ætlan skulvi verða í morgin, ónsdagin 14. apríl, er tískil útsettur til tórsdagin.
Dagurin byrjar við morgunmati í Ítróttardeplinum við Stórá, kl. 09:30. Kl. uml. 12:30 bjóðar Tvøroyrar kommuna døgurða, ið Kantinan hjá Anitu hevur staðið fyri.
Neyðugt er ikki at boða frá luttøku og fólk eru vælkomin til at taka spaka o.a.t. við sjálvi.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn