FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


23-12-2023

Angilie J. Olsen nýggjur leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri

Angilie Johannesen Olsen avloysir Arthur Djurhuus Poulsen, sum fyrr í ár boðaði frá, at hann hevði tikið við leiðarastarvi í bygda- og ungdómshúsinum á Strondum, har hann og fam.  hava bygt sær hús.

Angilie hevur útbúgving sum heilsuhjálpari og hevur starvast innan Bú- og heimatænastuna, seinastu 12 árini sum bólkaleiðari. Angilie byrjar í leiðarastarvinum í ungdómshúsinum 1. januar 2024.

Ungdómshúsið Pakkhús 4, PH4

Pakkhús 4 er staðið har børn og ung á Tvøroyri møtast at hugna sær og hitta javnaldrar í einum umhvørvi skipa eftir SSP samstarvinum.  

 
Kommunan ynskir støðugt at víðka um innihaldið og virksemið í pakkhúsinum, saman við leiðaranum, og dugnaligu og kreativu starvsfólkunum, ið hava sína dagligu gongd í PH4.
 
Eitt av aðalmálinum fyri PH4 er, at ungdómshúsið skal rúma øll ung á Tvøroyri, har leiðarin, starvsfólkið í PH4 og kommunan leggja seg eftir, at pláss er fyri øllum góðum hugskotum, ið eru til frama fyri børn og ung her á staðnum.

Ungdómshúsið mennir seg støðugt, og sæst hetta eisini aftur í, at fleiri og fleiri børn vitja í hugnaliga pakkhúsinum á havnarlagnum á Tvøroyri.

 
 

Her møtast børn og ung undir góðum og tryggum kørmum, har tey sleppa at taka ábyrgd og vera virkin partur av øllum virkseminum í húsinum. PH4 er partur av sera hugnaliga eldra umhvørvinum á havnarlagnum, og liggur sum ein perla á fremstu rók mitt á Tvøroyri. Her er pláss fyri uttandura og innandura virksemið, alt eftir hvussu veðrið skikkar sær. Børn og ung hitta sínar javnaldrar til prát, spøl, við møguleika fyri at keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera fyri seg sjálvan, saman við sínum vinum og javnaldrum, umframt møguleiki er fyri at læra ymiskt handaligt arbeiði, spæla tónleik, luttaka í skeiðvirksemi og verkætlanum o.s.fr.

 
Tvøroyrar kommuna bjóðar Angilie vælkomnan í starv, og ynskir samstundis at takka Arthur fyri tíðina.
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn