FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


29-12-2023

NÝGGJÁRSHALDIÐ Í TVØROYRAR KOMMUNU

Nú nærkast nýggjárið av álvara og fyrireikingarnar eru í hæddini.
FAKLAR Á HVÍTANESI KL. 18:00
Í kvøld, fríggjadagin 29. desembur, kl. 18:00 eru øll hjartaliga vælkomin at hjálpa til, tá fakllarnir til bálið verða gjørdir. Hetta gongur fyri seg í bygninginum hjá Teknisku deild, á Hvítanesi.
MORGUNMATUR Á SEGLLOFTINUM kl. 10-12
Nýggjársaftansmorgun, frá kl. 10-12 bjóðar Nýggjársnevndin morgunmat á Seglloftinum. Hetta plagar at vera eitt sera væl vitjað tiltak og ein hugnaligur máti at byrja hendan spennandi dagin.
TÚRURIN NIÐAN Á OYRNAFJALL KL. 14:00
Túrurin niðan á vakra Oyrnafjall, við tí einastandandi útsýninum yvir býin, er altíð væl umtóktur og fólk úr øllum landinum plaga at vera við.
Í ár verður byrjað longur inni enn vanligt, tætt við Rangá 37 og farið verður eftir gomlu bygdagøtuni kl. 14:00. Heitt verður á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og gjarna hava eina lummalykt við, til túrin omanaftur.
SUPPA OMANÁ
Tá fólk koma oman aftur, bjóðar Nýggjársnevndin væl smakkandi, heita suppu. Hetta kemur sera væl við eftir frálíka túrin og er tað møguligt at fáa suppu heilt til kl. 18:00.
FAKLAGONGAN 23:30
Faklagongan byrjar á Brekkunum í Trongisvági, á parkeringsøkinum beint vestan fyri húsini á Brekkunum 37.
Heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð. Øll eru hjartaliga vælkomin og faklar eru eisini til børn og tey, ið ikki orka at bera stórar faklar.
Gingið verður kl. 23:45, inn gjøgnum Húsgarð og so víðari til bálið.
BÁL, FÝRVERK OG HUGNALØTA AFTAN Á, Í HØLLINI
Nýggjársbálið verður sama stað sum í fjør, við innkoyringina til Smærugøtu og verður tað tendrað kl. 24:00.
Stóra og flótta fýrverksskjótingin hjá Nýggjársnevndini byrjar samstundis og er tað altíð ein fragd at síggja.
Aftan á bálið eru fólk vælkomin ein túr inn í høllina, har Tvøroyrar kommuna bjóðar okkurt ábit. Til hugnaligu løtuna verður eisini felagssangur á skránni.
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn