FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


16-01-2024

Almenn hoyring: Umsókn hjá P/F Varðanum Pelagic um at byggja á havnarlagnum

Vísandi til galdandi áseting í byggisamtykt fyri Tvøroyrar kommunu, § 29 Øki D “Havnarøki” stk. 4:
  • Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.
verður hervið sent til almenna hoyring, umsóknin hjá P/F Varðin Pelagic um byggiloyvi til at byggja á havnarlagnum á Tvøroyri: skorstein við hædd á 60 metrar og goymslubrunnar “siloir” við hædd á 20 metrar.
 
Almenna framløgan er á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegi 37, frá 5. - 19. januar 2024, í tíðini kl. 09.00 til kl. 15.00 allar dagar, uttan leygar- og sunnudag.
 
Tilhoyrandi tekningar (PDF) kunna eisini síggjast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu her: 
 
  
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og møgulig broytingaruppskot mugu verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 22. januar 2024. kl. 15.00, og skulu sendast til:
 
Tvøroyra Kommuna
Tekniska deild
Postboks 80
Tvøravegur 37
800 Tvøroyri
 
-ella umvegis teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo
 
Tvøroyrar kommuna hin 4. januar 2024
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn