BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - GREINAR


03-01-2022

Skattur

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi tórsdagin 25. november 2021 einmælt fíggjarætlanina fyri 2022, sum javnvigar við kr. 117.12 mió. í mun til kr. 97.6 mió., undanfarna ár.

 
Skattaprosentið og barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarna ár, 20,9% og kr. 7.000,- fyri hvørt barni.
 
Virðiskortið, ætlað ungdóminum úr 0 til 18 ára aldur, verður framhaldandið kr. 2.000,-. 
 
Barnasansingini viðvíkjandi, verður kostnaðurin hin sami fyri vøggustovu- og barnagarðspláss kr./mnd. 1.900,-, annað barnið kr./mnd. 1.600,- og ókeypis fyri triðja barni og hareftir.
 
Kostnaðurin fyri útibarnagarðspláss kr./mnd. 1.800,- og frítíðarskúlapláss kr./mnd. 1.200,-
 
Inntøkurnar komandi ár eru samanlagt mettar til kr. 86,7 mió, svarandi til eina øking á kr. 1,96 mio javnt við 2,26% í mun til FÆ2021. Inntøkurnar av persónsskatti eru kr. 65,4 mió, partafelagsskatti kr. 2,0 mió. Skattur av kapitaleftirlønum og av DIS og FAS er mettur til kr. 22,4 mió. 
 
Ætlanin er at fremja íløgur til umleið kr. 37,1 mió, í mun til kr. 19,1 mió í 2021, svarandi til eina øking 93,7%. Íløgurnar vera fíggjaðar av rakstraravlopinum, innistandandi og lántøku á kr. 24 mió. 
 
Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir borgarum sínum.


TAKS varðar av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o.ø. Tað er eisini TAKS, sum krevur skattin inn.

 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn