UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-11-2016

Fíggjarætlanin 2017 samtykt

Fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017 er samtykt.


Tvøroyrar Býráð samtykti á fundi í gjár 17. november fíggjarætlanina fyri 2017, sum javnvigar við 84,266 mió. kr.  

 

Skattaprosentið lækkar komandi ár 0,55% frá 22,45% niður á 21.90%. Barnafrádrátturin verður hin sami sum undanfarin ár kr. 5.000,-

 

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettur til 55,1 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 1,5 mió. kr., íalt 56,6 mió. kr.

 

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettur til 73,3 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið ímeðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 64,4 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 8,9 mió. kr.

 

Íløgurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru á 16,438 mió. kr., og fata um hesi øki:

 

§ 1 Fyrisiting:           kr. 300.000,-

 

§ 3 Børn og ung:       kr. 3.349.125,-

 

§ 4 Undirvísing:        kr. 740.000,-

 

§ 5 Mentan og frítíð: kr. 325.000,-

 

§ 6 Teknisk mál:       kr. 8.498.440,-

 

§ 7 Kommunal virki: kr. 3.225.000,-

 

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum umframt lántøku og likvidum peningi.

 

Kristin Michelsen                                                                           

Borgarstjóri                                                                                     
 
Henrik Weihe Joensen 
Kommunustjóri  
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo