UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-07-2017

Jóansøkurøðan hjá Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra.

 

Røða hjá Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra í sambandi við setan av Jóansøkuni á Tvøroyri 23. juni 2017
 
Góðu tvøráfólk, suðuroyingar og vitjandi – góðu jóansøkugestir.

Tað er mær ein stór gleði og stórur heiður, at fáa høvi til at seta Jóansøkuna í ár her á Tvøroyri og at bjóða tykkum vælkomin á Jóansøku.

Tað var í 1923, at suðringar gjørdu av at halda ólavsøku á Tvøroyri, allarhelst tí at arbeiðsgevarar ynsktu, at partur av arbeiðsstyrkini bleiv verandi í Suðuroynni ístaðin fyri at fara til Havnar á ólavsøku í fleiri dagar. Men í 1925 bleiv fyrsta jóansøkan hildin á Tvøroyri. Síðani hevur jóansøkan verið hildin 24. juni ella nærmasta vikuskifti eftir henda dag skiftivís annaðhvørt ár í Vági (makað árstal) og annaðhvørt ár á Tvøroyri (stakt árstal).

Henda tíðin á jóansøku er ein góð tíð. Tað er hásummar – tað er ein ljós tíð og longsti dagur er júst farin afturum. Hetta er eisini tíðin, tá ungdómar eru lidnir við skúlan og har lesandi og útisetar leita sær til Føroya og heimstaðin at vitja. Fosturlandskærir eru føroyingar og tað er tónleikarin og froðbingurin Eyðun Nolsøe eisini, sum í sanginum “Mítt land”, ið Eyðun sjálvur hevur gjørt orð og lag til, hugleiðir soljóðandi um Føroyar:

Eg havi búð í hesum landi
tá tað sprettur á hvørjari ong
og skip leggja tung at landi
eg fagni væl teirra fong
mær kenslur í barminum brenna
Føroyar og fólkið her býr
má frælsi vera tín arvur
ein gáva ómetalig dýr”

Júst fongurin úr havinum, sum Eyðun vísir til í sanginum her, hevur eyðkent menningina á Tvøroyri. Eisini tann dag í dag er fongurin úr havinum bulurin undir framgongdini á Tvøroyri.

Men fyri 14 døgum síðani – fríggjadagin 9. juni – fingu vit øll ein skelk, tá stórur eldur oyðilegði framleiðsluvirkið á Varðanum Pelagic. Vit steðgaðu øll á eina løtu og dagarnir aftaná fingu líkasum eina aðra dimensión. Hvat nú, hvussu við øllum teimum arbeiðsplássum, ið fólk úr allari Suðuroynni fara til. Og inntøkurnar hjá kommununi, hvussu við teimum og fer vælferðin og tí eisini fólkatalið at minka á Tvøroyri og í Suðuroynni í hesum sambandi?

Nakrir álvarsligir spurningar, sum eru torførir at svara her og nú, men stjórin á Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, gav vón til tey mongu, ið fyribils hava mist sítt arbeiði. Eldurin var enn ikki sløktur, tá stjórin upplýsti alment, at virkið verður bygt upp aftur so skjótt sum møguligt. Hetta vóru góð tíðindi fyri arbeiðsfólk, kommunu og Suðuroynna í heila tikið.

Tvøroyri hevur fyrr havt mótburð men hevur altíð reist seg aftur, og tað vil Tvøroyri eisini gera í hesum føri. Her frá skal ljóða ein tøkk til øll tey, sum á einhvønn hátt hjálptu til og samstarvaðu so væl við Tvøroyrar kommunu í sambandi við handfaringina av eldsbrunanum á Varðanum Pelagic.

Hóast tað ongantíð er gott, at dvølja ov leingi í tí sum farið er, er tað tó onkuntíð gott at fara aftur í søguna fyri at fáa vitan, íblástur og áræði til at hyggja frameftir.

Nógv sjálvboðin fólk á Tvøroyri hava í Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavnið og Skjalasavnið gjørt eitt megnar arbeiði soleiðis at søgan um Tvøroyri verður varðveitt í breiðastu merking. Eisini fólkini handan Nadoddaneystið og Thorshavn gera eitt týdningarmikið arbeiði við at varðveita føroysku skipasøguna.

Tvøroyri er ein lutfalsliga ungur staður, men hevur alíkavæl eina ríka søgu, sum í stóran mun hevur lagt lunnar undir nútíðar føroyska samfelagið, ið vit kenna sum eitt framkomið vælferðarsamfelag.

Helst kendasta skaldið í Suðuroynni Pól F. Joensen, sum búði í Froðba, hugleiðir soljóðandi um Tvøroyri sum eitt undangongustað í einum av ørindunum í Tvøroyrarsanginum, har Pól F. eigur orðini og Wilhelm Hansen gjørdi lag til:

“Í forðum Tvøroyri tú krúnu bar, á sjógv og landi fremst í Føroyum var, her komu saman menn úr bygdum flest, her var virki- og livikor best.”

Tvøroyri er sum nevnt ein ungur staður í mun til teir bygdapartar, ið Tvøroyri sum kommuna nú er ein partur av saman við Froðba, Trongisvági, Øravíkarlíð og Øravík. Fyrstu niðursetufólk á Tvøroyri komu í 1836, tá ein útihandil av kongaliga einahandilinum varð settur á stovn. Leiðarin fyri útihandilin á Tvøroyri – eisini nevndur faktorin – og sum er ein av mínum forfedrum í beinari linju, flutti við húski inn í Roykstovuna, sum er húsið beint eystanfyri hesum staðið.

Útihandilin gav betri livikor og framgongd í fólkatalinum, men við fríhandlinum í 1856 tók vinnulívs-menningin á Tvøroyri veruligt dik á seg. Keypmenninir T.F. Thomsen og Johan Mortensen fóru at handla á Tvøroyri. Harumframt keyptu hesir menn sær skip, og tá sluppfiskiskapurin síðst í 1800-talinum var upp á sítt hægsta, var umleið helvtin av føroyska skipaflotanum heimahoyrandi á Trongisvágsfirði. 

Samtíðis sum Tvøroyri hevur eina ríka vinnulívs-søgu, so hevur Tvøroyri eisini eina ríka arbeiðarasøgu. Arbeiðararørslan tók seg upp í sambandi við nógva virksemi á Tvøroyri fyrst í 1900-talinum. Fyrsta fakfelagið í Føroyum “Enigheden” varð sett á stovn í 1915, sum nú eitur “Fylking”. Fyrsta arbeiðskvinnufelagið varð eisini sett á stovn á Tvøroyri. Tað er “Fiskepigernes Fagforening”, stovnað í 1922.

Í viðtalu við tíðindaportalin in.fo í mai 2015 á 100 ára degnum fyri stovnanina av fyrsta fakfelagnum í Føroyum, segði Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, “at tað átti at verðið reistur ein minnisvarði á Tvøroyri yvir teir menn og tær kvinnur, sum løgdu grundarlagið undir teirri vælferð, vit øll í Føroyum njóta gott av í dag”. Í somu viðtalu segði fakfelagsformaðurin eisini, “at tað vóru sannar hetjur, sum stovnaðu arbeiðsmannafelagið Fylking, tí ágangurin á teir var so ógvusligur, sum tað er ringt at ímynda sær í dag. Arbeiðsmenn, sum stuðlaðu Fylking, vórðu settir á svartalista og teir vórðu sostatt ikki bidnir aftur til arbeiðis”.

Hetta er tíbetur broytt í dag soleiðis at tað nú í allar flestu førum er eitt gott og konstruktivt samstarv millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Stovnanin av Javnaðarflokkinum sprettir eisini úr arbeiðararørsluni á Tvøroyri, har Petur Mohr Dam, lærari og seinni løgmaður var ein av høvuðsforsprákarunum í stovnani av “Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag”, sum í 1926 legði saman við “Suðurstreymoyar Javnaðafelag”, ið bleiv til Føroya Javnaðarflokk.

Vinnulívið og arbeiðararørslan hava á henda hátt og hond í hond ment Tvøroyri til tann býin, hann er í dag – ein framkomin býur, her tað er gott hjá fólki at búgva.

Við vinnuligum virksemi vaks eisini fram ítrótturin, og ítróttartilboðini eru nú fleiri í tali eitt nú fótbóltur stjórna av elsta fótbóltsfelagnum í landinum TB, sum í farna mánað fylti 125 ár. TB inngongur nú í eitt spennandi samstarv við FC Suðuroy og Royn við góðum úrslitið.

Skrúðgongan við ítróttarfólkum her í kvøld staðfestir eisini eitt virkið og fjølbroytt ítróttarlív á Tvøroyri við eitt nú kappróðri, flogbólti, svimjing, fimleik, borðtennis, rennifelagið og fótbólti.

Tøkk til tykkum íðkandi ítróttarfólk í skrúðgongu í kvøld, og tøkk til tykkara feløg, sum við nevndarlimum, venjarum, hjálparfólkum og foreldrum gera tað møguligt, at hava eitt virkið ítróttarlív á Tvøroyri.   

 

Tvøroyri hevur eisini eitt ríkt mentanar- og tónleikalív, har vit gleða okkum til at mentanarhúsið SALT á Drelnesi verður tikið í nýtslu til heystar soleiðis at SALT kann verða miðdepilin í menningini av mentanar- og tónleikalívinum á Tvøroyri og í Suðuroynni í heila tikið.

Men Tvøroyri og Suðuroyggin hava avbjóðingar sum ein útjaðari, sum gevir seg til kennar við, at tað hevur verið eitt rák seinastu mongu árini, at serliga ung fólk eisini aftaná miðnámsskúla fráflyta Suðuroynna, og fleiri av hesum koma ikki aftur her at seta búgv. Samanhildið við, at arbeiðsloysið í Suðuroynni er lutfalsliga hægri enn aðrastaðni í landinum, er tað ein stór avbjóðing, at so nógv ung fólk velja Suðuroynna frá, tí uttan fólk eingin samfelagslig menning.

Tí hevur Tvøroyrar Býráð sett gongd á eitt virðis- og visjónsarbeiði, sum vit vænta fer at gagna ikki bara Tvøroyri men allari Suðuroynni, og har starvsfólk, býráðspolitikkarar, borgarar og vinnulivið á Tvøroyri hava ein virknan leiklut.

Í visjónsarbeiðinum seta vit spurningarnar: hvørji virði skulu eyðkenna Tvøroyrar kommunu, og hvørjar kjarnu-uppgávur skulu loysast í komandi tíðum soleiðis at tað verður raðfest rætt, tá tiltøk skulu setast í verk fyri at Tvøroyri kann vera í einari støðugari menning vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Hetta virðis- og visjónsarbeiði, sum hongur saman við raðfesting av trivnaði í breiðum høpi, er í fleiri stigum, har nevndu áhugapartar hjá kommununi luttaka meira og minni og ikki neyðturviliga ísenn.

Men tað er týdningarmikið, at halda fast í, at menningin av Tvøroyri og Suðuroynni og í hesum sambandi arbeiðið við at skapa fólkatilflyting og búskaparvøkstur byrjar við okkum sjálvum – teimum borgarum, sum búgva her í dag.

John F. Kennedy, fyrrverandi forsetin í USA, málbar seg soljóðandi, tá hann bleiv tikin í eið sum amerikanskur forseti í 1961: „Ask not what your country can do for you, ask what you can do for your country“

Tað er ein góð meining í hesum orðum hjá Kennedy, sum varð ein áheitan á borgaran um at taka stig til átøk, sum eru til gagns fyri samfelagið. Hetta kunnu vit hvør í sínum lagi læra av, at tær raðfestingar, sum vit gera í dagligdegnum ikki altíð behøvast bara at gagnast okkum sjálvum men eisini verða til ágóða fyri einari størri kommunalari og samfelagsligari heild.

Ruddingin av Trongisvágsbotni í farnað mánaða er eitt gott dømi um eitt átak, har áleið 55 borgarar sjálvboðin luttóku í einum umhvørvisátakið, sum var samfelagsgagnligt. Ruddingin, sum skúlin og ítróttarfeløgini herfyri hava staðið fyri, er eisini dømi um samfelagsgagnligt virksemi, sum tænir einum hægri umhvørvis-vinarligum endamáli. Eg skal vegna Tvøroyrar kommunu takka fyri stóra arbeiðið, ið bleiv gjørt í sambandi við hesi ruddingarátøk, sum eru komin fyri at vera.

Hugmyndin um, at vit sum borgarar kunnu gera nakað sjálvi og saman við øðrum, sum er til frama fyri einari størri heild í lokalsamfelagnum á Tvøroyri og í Suðuroynni, er eisini grundarlagið undir virðis- og visjónsarbeiðinum, ið Býráðið sum nevnt hevur sett skjøtul á. Felagskensla og –ábyrgd, samstarv, virðisgrundarlag, samanhangur og kós í politiska arbeiðinum fram ímóti stutt- og langtskygdum málum eru lyklaorðini, sum skulu til fyri at skapa vøkstur í breiðum høpi her á staðnum.

Vitan og íverksetan eru tvey onnur lyklaorð, sum skulu til fyri at skapa menning á Tvøroyri og í Suðuroynni. Vit mugu allatíðina menna ta vitan, sum er her á staðnum, men vit mugu samtíðis ikki ræðast vitan uttanifrá – vitan, sum kanska víkir nakað frá tí vitan, sum er her á staðnum frammanundan.

Við at stuðla nýggjari vitan og íverksetan kann verandi arbeiðsmarknaður á Tvøroyri og í Suðuroynni mennast enn meira við nýggjum arbeiðsplássum. Tí eg eri vísur i, at fleiri av tykkum nýútbúnu miðnámsskúlanæmingum, sum eru til staðar her í kvøld, og sum kanska fara aðrastaðni at leita tykkum víðari útbúgving og arbeiðsroyndir annars, vilja fegin koma aftur til heimstaðin við tykkara vitan og íverksetanarhugi, og geva tykkara íkast til at menna Tvøroyri og Suðuroynna fram á leið.

Eg fari at enda við hesum orðum úr yrkingini “Heimið” hjá Rasmus Christoffer Effersøe, sum var borin í heim í Trongisvági. Eg haldi orðini hjá Effersøe lýsa so væl ta støðu, sum borgarar á Tvøroyri hava uppliva gjøgnum tíðina við upp- og niðurgangstíðum – at mótburður verður avloystur av viðburði:

"Hvat er væl eitt lív við ongum stríði?
Sum ein máni fyri uttan ljós!
Vakrast skínur sól á grønar líðir,
tá ælið freka fór sín kós”

Við hesum orðum vil eg lýsa Jóansøkuna 2017 á Tvøroyri at verða setta. Góða Jóansøku og takk fyri.

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo