UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-09-2017

Trongisvágsbotnur ruddaður

Umhvørvisátakið í Trongisvágsbotni er nú um at vera liðugt. 27. mai í ár var ein hópur av sjálvbodnum fólki í Trongisvágsbotni og ruddaði. Trongisvágsbotnur er á vestursíðuni av Suðuroynni, innast í dalinum í Trongisvági. Ein sjáldsama vøkur náttúruperla, ið liggur soleiðis fyri, at alt tað, ið havið kann føra við sær, rekur upp har. At so at siga alt kann reka við streyminum, fekst eisini sjón fyri søgn í Trongisvágsbotni: Rekaviður, boyur, posar, dunkar, fiskakassar, jarn, kúlubobbins, ein heilur aliringur og mangt, mangt annað, varð savnað saman og sorterað í sekkir.

Økið liggur soleiðis fyri, at tað er vónleyst at hugsa um at fólk skulu bera burturkastið til og frá. Tí varð avtala gjørt við MRCC/Vørn um, at tyrlan skuldi taka burturkastið upp og slingra tað tættari at vegnum, soleiðis at tað kundi avheintast og burturbeinast. Leygarmorgun 2. september upprann so dagurin, har hetta lat seg gera. Otto Gram, ið hevur verið eldsálin handan verkætlanina, savnaði nøkur fólk afturat sær at hjálpa til. Sjálvur fór hann niður í Trongisvágsbotn saman við soninum Bartal, Poul Ingason, Bárður Dimon og Jón Johannesen har teir stóðu fyri at seta taka ímóti tyrluni og seta fast tá hon skuldi frakta burturkastið upp.
Fitt av vindi var og av tí at nakað av turbulensi var beint við tunnilsmunnan til Hvalbiar, varð gjørt av at leggja burturkasið longur vesturi, fyri endan av grúsvegnum til “Kikaran”. Har stóðu Petur Hammer, abbasonurin, ið eisini eitur Petur Hammer, Bogi Johannesen og ein av tyrlumanningini og tóku ímóti og loystu førningin frá tyrluni.
Arbeiðið gekk sera væl. Tað var einastandandi at síggja, hvussu væl tyrlumanningin dugdi at arbeiða við fantastisku maskinuni. Nú er burturkastið so komið upp og eftir er at fáa tað beint burtur. Meginparturin av avfallinum fer til Trøllavíkar til tirvingar hjá IRF, ið hevur víst stórsinni við at taka ímóti ókeypis. Ein annar partur fer til trolvirkið Vónin, ið kann endurnýta ymiskt av plasti.
Átakið hóskar sera væl inn í nýggju virðis- og visjónstilgongdina hjá Tvøroyrar Kommunu, har stórur dentur verður lagdur á at Tvøroyrar Kommuna skal seta umhvørvið í hásætið. Á Tvøroyrar Kommunu eru vit sera takksom fyri alla ta hjálp vit hava fingið. Ein stór tøkk skal fara til MRCC/Vørn og Atlantic Airways, fyri teirra einastandandi arbeiði og hjálpsemi. Somuleiðis senda vit eina hjartans tøkk til tey mongu sjálvbodnu, ið løgdu ein dag niður og fóru ta longu leiðina niður í Trongisvágsbotn at rudda – uttan tykkum var hetta ikki gjørligt! Ein serlig tøkk skal eisini fara til Otto Gram, hvørs ágrýtni og vilji hevur borið hesa verkætlan á mál.
Trongisvágsbotnur er nú aftur komin til sín rætt, sum tann náttúruperla hann er og suðuroyingar, føroyingar og vitjandi uttanifrá kunnu njóta hann uttan at hugsa um hvussu óruddiligt tað er.

Myndir, ið Leivur Nygaard tók, síggjast her https://www.facebook.com/leivur.nygaard/media_set…

Eitt innslag varð gjørt í KVF tá ruddingin í mai fór í gongd, tað sæst her http://kvf.fo/…/sv/2017/05/30/2017053020tonsavorudditikinupp




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo