23-02-2015
Tvøroyrar Kommuna fingið síðu á Facebook

Tað er ein sannroynd, at flest øll nýta sosiala miðilin Facebook í dag. Vanligu heimasíðurnar merkja hetta, við tað at ferðslan har er minkandi.
Kommunan fer at nýta hesa síðu sum eitt ískoyti til vanligu heimasíðuna
www.tvk.fo og fer at leggja tíðindir og annað viðkomandi út. Spurningar og boð til kommununa, verða sendir til viðkomandi umsiting at avgreiða. Vónandi taka borgararnir væl ímóti nýggju tænastuni.
Síðuna finna tit her: