UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
06-03-2015

Sálarfrøðingur settur í barnaverndartænastuni

 

Stýrið fyri Suðuroyar Barnaverndartænasta hevur gjørt av, at seta Carol Symphor í starv sum sálarfrøðingur. Carol fer at umboða barnaverndartænastuna fyri alla oynna og hevur fyrsta starvsdag hin 1. August í ár. Carol er 25 ára gomul og hevur útbúgving frá Københavns Universitet.

Tað er fyrstu ferð, at sálarfrøðingur verður settur fyri Barndaverndartænastuna í Suðuroynni. Sigast kann tó, at Suðuroyggin verður triðja økið í landinum við sálarfrøðingi. Einans Tórshavnar og Norðoya Barnaverndartænasta hava sálarfrøðing í starvi. Barnaverndartænastan hevur mett, at hettar hevur verið eitt neyðugt stig, fyri at fáa eina betri og fíggjarliga skynsamari sálarfrøðiliga tænastu. Sum nú er, so verður tænastan keypt “uttanfyri húsið” og hóast hetta hevur riggað væl, so verður mett, at tað kann gerast betri við kvalifiseraðari ráðgeving “í húsinum”. Arbeitt hevur verið við at seta ein sálarfrøðing, síðan barnaverndartænasturnar í oynni vórðu lagdar saman í Suðuroyar Barnaverndartænastu, sigur Anna Malena Gilstón, leiðari fyri Suðuroyar Barnaverndartænstu.

Anna Malena sigur, at avgerðin um at Carol fekk bjóða starvið, varð tikin í síðstu viku og eru øll sera glað um avgerðina. Hon heldur tað vera sera positivt at finna ein kvalifiseraðan persón úr oynni, ið enntá kann hugsast at búseta seg og fáa sær familju á staðnum. “Carol fær ríkiligt at gera”, sigur Anna Malena. Barndaverndartænastan kemur ikki einans at verða nýtt til viðgerð av viðskiftafólki, men hon fer eisini at taka sær av ráðgeving av starvsfólkum í Barnaverndartænastuni. Anna Malena metir, at tann akutta tænastan og tænastan sum heild, verður betri, nú ein sálarfrøðingur verður fast knýttur at stovninum. Eftirmetingar verða altíð gjørdar av arbeiðinum og ætlanir verða lagdar fyri framtíðina. Við einum sálarfrøðingi í toyminum, so ber til at tillaga hetta undir sama taki.

Miðskeiðis í mánaðinum, so fara vit at hava eina samrøðu við Carol um starvið og tær avbjóðingar tað hevur við sær.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo