UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
14-05-2019

Teknikapping á mentanarnáttini

Summar í Føroyum! Hvat hugsar tú so? Hvat sært tú fyri tær? Hvat er tað allarbesta við føroyska summarinum? Tað grøna grasið? At spæla í ánni? Ljósu kvøldini? Ella okkurt heilt annað? 

Tekna føroyska summarið og lat tekningina inn á bókasavnið í Tvøroyrar skúla í seinasta lagi týskvøldið 21. mai kl. 20.00. 

Teknikappingin er fyri 2 aldursbólkar: 1.-6. flokk og 7.-10. flokk. 

Vinnarin í hvørjum aldursbólki fær eitt gávubræv til bøkur á 500kr, og nummar 2 og 3 fáa eina bók hvør. 

Minst til:

Freistin at senda ella lata tekningar inn á bókasavnið er  týskvøldið 21. mai kl. 20.00.  Tekningin skal vera á einum A4-pappíri.  Skriva navn og aldur á hina síðuna á arkinum.  Tekningin kann verða framvíst á bókasavninum á   Mentanarnáttini 31. mai og eina tíð eftir hetta. 

Tveir dugnaligir teknarar, Poul B. Olsen og Rói Einarsson, fara at meta um tekningarnar og finna vinnararnar, ið verða almannakunngjørdir á Mentanarnáttini 31. mai 2019, kl. 18.30. Tróndur Enni spælir nøkur løg til høvið. Opið er á bókasavninum kl. 17.00 – 19.00 hetta kvøldið.

(Mynd: Turið Vestergaard í Dali) 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo