UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-05-2019

Talgild handilsveiða á mentanarnáttini

Í samband við mentanarnáttina, ger Føroya Tele nógv burturúr. Fyri uttan at hava opið hús á degnum, so skipa tey fyri tí tey kalla “talgild handilsveiða”. Vinningurin er eitt gávubræv upp á 3.000 krónur frá Atlantic Airways.

Føroya Tele skrivar um átakið soleiðis: “TALGILD HANDILSVEIÐA Á TVØROYRI

Beinleiðis til París, býarskáa í Edinburgh ella sól um veturin? Vit føroyingar elska at ferðast.

Á Mentanarnáttini á Tvøroyri fríggjadagin 31. mai sleppir tú kanska á flog, tí tá fer Sona at skipa fyri eini talgildari handilsveiðu á Sona appini. Vinningurin er eitt gávubræv upp á 3.000 krónur frá Atlantic Airways.

Tú luttekur í kappingini við at støkka inn á gólvið hjá Esla, Suðuroyar Apotek, Bærendsen Teknik, Sport24, Magn, Glasstovan, Colorama, Toystovan, Hjá Angelie, Hjá Karl Jespersen, Anita Farstad, Betri, Føroya Tele og Mangt og Hvat á Tvøroyri og skanna sonevndar QR-kodur, sum eru settar upp í einstøku handlunum.

Tá ið tú hevur skannað allar QR-kodurnar, ert tú við í kappingini og kanst stillisliga byrja at droyma um flogtúrin. Hepni vinnarin verður funnin og kunngjørdur mánadagin 3. juni.

Tað einasta tú skalt gera, er at taka Sona appina á tína snildfon. Átakið kemur fram á tína snildfon fríggjadagin, 31. mai.

Góða handilsveiðu.”

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo