UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
31-05-2019

Broyting - "Stav"-kappingin verður til "KOM Í SKÙLA"

Ætlaða kappingin í føroyskari staving, er nú í staðin vorðin til eitt nýtt tiltak, ið skúlin hevur valt at kalla "KOM Í SKÚLA". Samstundis verður tað 5. flokkur, ið fer at framføra eina vakra fimleikaseriu í fimleikarhøllini, í staðin fyri dansibólkin hjá Dianu J. Hansen. Dansurin fer í gongd 16:45

 

Um tiltakið í skúlanum, skriva tey ungu annars soleiðis:

 

KOM Í SKÚLA fríggjadagin

Kl. 15.00 til á leið 16.00 er skúlagongd fyri øll, ið hava hug at koma at vitja okum í skúlanum. Á tímatalvuni er ymiskt, ið okur vanliga hava í skúlanum: Lívfrøði, landalæra, mál og ymiskt annað. "Undirvísingin" er skipað sum ein postarenning (ella –gonga, um ein heldur vil tað), ið leiðir tykum til ymiskar skúlastovur og lærugreinar. Tað eru næmingar, ið eru lærarar hesa løtuna. Tey eru somuleiðis próvdómarar, ið avgera, um tit fáa prógv, tá "skúlagongdin" er liðug. Tey eru bæði fitt og rættvís, so tað er neyvan nakar trupulleiki 🙂

Hetta er skúli, so møtið stundisliga. Okur byrja klokkan 15.00 🙂

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo