UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-09-2020

Tvøroyrar Kommuna við í átakinum

Í døgunum 12.-19. september fara vit at rudda í kommununi í sambandi við árliga ruddingarátakið Rudda Føroyar. Vit heita á skúlar, barnagarðar, stovnar, arbeiðspláss, ítróttar- og áhugafeløg, og familjur og einstakligar um at standa saman og taka felags tøk í strembanini eftir einum ruskfríum Føroyum, og einum reinum og frískum nærumhvørvi. 

Soleiðis tekur tú lut:

1. Tú ruddar í ein dag ella fleiri av døgunum frá 12. – 19. september

2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina og 

3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her: https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling

Rusksekkir -1. rl. pr. húsarhald- kunnu heintast á kommunuskrivstovuni allar yrkadagar frá 10.– 16. september frá kl 10.00 – 16.00. 

Endamálið er at varpa ljós á umhvørvisdálking í tí stóra og smáa og næra og fjara.  

Hava tit ivamál, eru tit vælkomin at venda tykkum til kommunuskrivstovuna.

611085 / tvoroyri@tvoroyri.fo

 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo