UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-09-2020

Útistovugarður á Trøllanesi vitjar heystmarknaðin

Í ár fær heystmarknaðurin á Tvøroyri forkunnuga vitjan av Útistovugarði í Trøllanesi, ið liggur í norðara horni av Kalsoynni.

Tað eru bóndahjúnini Maud og Bárður Østerø, ið reka stóran garðin, ið koma við teirra vørum. Hóast bæði hava fast starv til dagliga, so reka tey Útistovugarðin, sum ber 180 áseyðir. Vanliga fara tey á fjall hin 10. oktober og tá verður alt tikið upp.

Til 2018 høvdu tey eisini mjólkineyt, men fóru síðan yvir til at hava tarvskálvar til slakt. Hesir verða slaktaðir tá teir eru eitt ára gamlir og tjógvini verða síðan hongd upp at “ræsa” í 3 mánaðir. Útistovugarður fevnir eisini um ein stóran rabarbugarð, einans við sera góðum vínrabarbum.

Vitja tit heystmarknaðin á Tvøroyri, leygardagin 3. oktober millum 10-18, so ber til at keypa vørur, ið bóndahjúnuni hava framleitt. Við sær hava tey millum annað ræst neytakjøt, kjøtpylsu, garnatálg, vínrabarbusúltutoy, ungneyta tind/hjarta/tungu og ymiskt annað, ið Útistovugarður fevnir um.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo