UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-10-2020

Guðrun Sólja Jacobsen og Tonika á heystmarknaðinum

Eins og vanligt er, tá vit hava størri mentanartiltøk, so er tónleikur ein fastur partur av skránni og í morgin hava vit tvey tónleikainnsløg í tjaldinum.

Guðrun Sólja Jacobsen var longu kend í heimbýnum, Tvøroyri, tá hon í 2003 sang seg inn í hjørtuni á sjónvarpshyggjarunum í øllum kongaríkinum og vann stóru kappingina “Stjerne for en aften”. Síðan tá hevur Guðrun givið fløgur og stakløg út og hevur eisini roynt at sungið løg á Disney-teknifilmum.

Við sær hevur Guðrun guitarúrmælingin Janus Kampmann og saman fara tey at spæla eitt blandað úrval av egnum sangum og cover-løgum.

Tonika er eitt heilt nýtt lot á føroyska tónleikapallinum. Talan er um eina familjukvartett, samansett av systrunum Anniku, Sólfríð og Biritu, saman við systkinabarninum Arnóru. Tær eru allar úr Suðuroynni og hava lagt seg eftir at syngja popp og klassisk løg.

Tað var mest sum av tilvild, at Tonika gjørdist ein bólkur. Tær fýra gjørdu av at venja tveir sangir, til at framføra í Tvøroyrar kirkju 1. jóladag 2019. Venjingin helt tó fram eftir jól og er bólkurin tí til enn. Vegna korona vórðu øll tiltøk, sum tær skuldu syngja til í vár, avlýst, so framførslan leygardagin verður einans teirra næsta framførsla. Tær koma til at syngja fýra løg.

Eftir ætlan fara Guðrun og Janus á pallin kl 14 og Tonika uml. kl. 15. Tróndur Enni stendur fyri ljóðinum.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo