Fyrradagin var hátíðarløta í barnagarðinum Mýrifípan í Trongisvági, har vinnarar av navnakappingini av ymsu stovunum í barnagarðinum vóru heiðraði. Kari Petersen, dagstovnaleiðari, beyð vælkomin og greiddi frá, at navnanevndin var ovfarin av, hvussu nógv og góð uppskot vóru komin til kappingina. Hon segði at navnanevndin hevði torført við at velja ímillum øll góðu uppskotini, men at tey tó blivu samt um, at nøvnini skuldu finnast millum vøkru blómurnar í nærumhvørvinum.
Yvir 20 fólk sendu inn uppskot. Borgarstjórin, Kristin Michelsen handaði heiðursbræv og blómutyssið til vinnararnar. Hann takkaði eisini øllum, ið hevði lati inn uppskot, og frøddist um, at barnagarðurin var væl úr hondum greiddur, og at nærum alt arbeiði var gjørt av av lokalum kreftum. Eisini gleðist hann um, at barnagarðurin var væl móttikin millum starvsfólk, foreldur og serliga at børnini sýnast at stór trívast í Mýrifípuni.
Vinnandi uppskotini og fólkini handan uppskotini vóru:
Títlingastova - Jens Rói Sørensen
Spurvastova – Turið Vestergaard í Dali
Blákolla – Rósa Thomsen
Akkuleya – Rannvá Johannesen
Summardái – Malan Christiansen
Tjaldursstova – Óli Nielsen
Tvøroyrar kommuna ynskir øllum hjartaliga til lukku við úrslitinum.