UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-09-2021

Burturbeining av leivdum frá fletting

(Kunning frá IRF)
Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?
IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.
Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Les meira um krøvini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðvíkjandi endurnýtslu av seyðaskinnum her. https://www.hfs.fo/webcenter/portal/HFS/pages_djor/page1214
Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi.
Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.
Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.
Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:
Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
Tøm vemburnar.
Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunalu bingjupláss her. https://irf.fo/endurnytsluplass/?menuid=1018
Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?
Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo