UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-11-2021

Nýggjur savnsfaldari komin út í Suðuroynni.

Visit Suðuroy skrivstovurnar hava, í felag, gjørt ein faldara, ið lýsir øll søvnini í Suðuroynni. Tað eru Visit Faroe Islands, Tvøroyrar- og Vágs kommuna, ið hava fíggjað myndatilfar og prentingina av faldaranum. Klara Johannesen hevur tikið myndirnar.

Søvnini eru mong í Suðuroynni, nærum í hvørjari bygd, og øll hava tey sína serstaku søgu at lýsa, alt frá fuglum í Sumba til gamla bóndalívið í Sandvík. Faldarin er tí ætlaður at geva íblástur til, hvat er at uppliva á ymisku søvnunum og í ymisku bygdunum í oynni. Flestu søvnini eru einans opin eftir avtalu, og hetta ber til at fáa í lag, við at venda sær til kunningarstovurnar í oynni. Hví ikki fara á savnsmarathon í Suðuroynni?

Faldarin er ókeypis, og er at fáa í Miðlatún í Vági og á kunningarstovuni á Tvøroyri.

 

Hann kann eisini lesast talgilt her: 

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo