UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-05-2022

Herverk í miðbýnum

Ein keðilig gongd hevur seinastu tíðina tikið seg upp í miðbýnum á Tvøroyri, har herverk er framt á kommunalar og privatar ognir.

Næstseinasta vikuskiftið vórðu fleiri av prýðiligu plantunum í miðbýnum oyðilagdar og ryktar upp við rót. Burturkastsbingjur og borð vóru koppaði, plantupottar knústir og ymiskt annað varð eisini gjørt.

Hetta seinasta vikuskiftið er so aftur herverk framt. Tann eina av hugnaligu smáttunum á havnalagnum, hevur fingið lásið brotið av hurðini. Flaggstongin við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn er brotin og vakra flagtakið á elligomlu Gestastovuni á havnalagnum, hevur eisini fingið skaða, tí flag er loyst og blakað út á vegin og bøin beint við.

Hetta er sera harmiligt, tí Tvøroyrar kommuna brúkar nógva orku, og ikki minst pening, upp á at fríðka um býin, soleiðir at hann er innbjóðandi fyri borgarar og gestir.

Tvøroyrar kommuna kann sjálvandi ikki framhaldandi góðtaka slíkan atburð, ið sýndur er seinastu tíðina og vilja vit tí heita á borgarar, og gestir annars, um at boða kommununi frá, um sæð verður hvør fremur herverk.

Í framtíðini verður herverk, uttan ávaring, send løgregluni til viðgerðar.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo