UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
11-10-2022

Heystmarknaðurin takkar fyri í ár

HEYSTMARKNAÐURIN TAKKAR FYRI Í ÁR

Heystmarknaðurin 2022 er nú farin afturum og kenslan er sera góð. Vanliga hava vit jú nýtt tjaldið í miðbýnum, men av tí at veðrið sá heldur ivasamt út leygarkvøld og sunnudag, so valdu vit at broyta staðsetingina til bygningarnar niðri á havnarlagnum.

Sigast má, at hetta var tann rætta loysnin. Vit hava fingið so avbera góðar afturmeldingar frá teimum, ið luttóku á heystmarknaðinum – bæði tey, ið seldu, og tey, ið vitjaðu.

Sølan var kanska tann besta vit hava havt á heystmarknaðinum – talið av vitjandi var so avgjørt tað størsta vit hava havt.

Nú vit vita at tað riggar at hava tiltakið á havnarlagnum, er lítið at ivast í, at vit halda fram við sama leisti. Staðsetingin ger, at vit noyðast ikki at taka tað stóra atlitið til veðrið. Pláss er fyri væl meir av sølubásum enn í tjaldinum og til ber at spjaða virksemið fleiri støð, innan eitt avmarkað øki.

Tað ger tað ikki verri, at øll kunnu seta seg niður og at hiti er í hølunum.

Tøkk til luttakandi sølufólk og veitarar av smakkroyndum: Bech Vistaveiting, Bjørg av Rana, Dagtilhaldið í Suðuroyar norðaru helvt, Útistovugarður á Trøllanesi, Tari, 10. flokkur í Tvøroyrar Skúla, Føroya Eftirskúli, Tvøroyrar Bóltfelag, Føroya Bjór, Plantusølan á Tanganum og Ra-Fish.

Tøkk til veitarar av hølum, frásøgufólki til gongutúr og til Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu. Serlig tøkk til Ragnar Groth Mortensen, Ra-Fish, fyri at fara á fjørðin og skipa soleiðis fyri, at vit kundu vísa livandi fisk og krabba fram. Tøkk til Delta Seafood fyri at koma við- og avheinta kørini til fiskin. Tøkk til Hartvig Bech, fyri enn einaferð at fletta lamb á Heystmarknaðinum.

Tøkk til handilslívið og kaféirnar í býnum, Klubban, hotellið og Fantazzy art v. Hildur, fyri at gera nakað serligt burturúr á degnum. Annars ein tøkk til allar gestir og onnur, ið hava víst tiltakinum vælvild.

Halda vit okkum til sama tíðarskeið, so verður Heystmarknaðurin á Tvøroyri leygardagin hin 14. oktober 2023 – enn størri og betri enn áður J




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo