UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
13-10-2022

Herverk í Tvøroyrar kommunu

Seinastu tíðina hava tað tíverri verið fleiri tilburðir av herverki á Tvøroyri, ið serliga eru gingnir út yvir ognir og lutir hjá kommununi. M.a. er herverk staðfest á spæliplássinum í miðbýnum, har leikur eru brotnar, eins og almenna vesið á økinum ikki sleppur undan herverki. 

Eisini er tøknin, ið tendrar gøtuljósini í býnum, brotin upp í saman. Hetta sama hendir á havnalagnum, við tí úrsliti at alt havnalagið og partar av býnum til tíðir hava verði myrkir. Slíkt kann als ikki góðtakast og kann í ringasta føri viðføra lívshættisligar støður.

Gøtuljósini og ljósið á havnarlagnum eru myndugleikakrøv, ið eru lívsneyðug og tæna trygdini á økinum. Tí hevur Tvøroyrar kommuna fráboðað hesi herverk til Løgregluna.

Nógv týðir uppá, at talan er um ungdómar, sum fremja hesar gerðir og ynskir Tvøroyrar komuna við hesi fráboðan, eisini at heita á øll foreldur at børnum og ungdómi, um at taka eitt prát við teirra børn og vísa teimum á óhepnu gongdina, sum skal steðgast beinanvegin.

Vit hava áður havt greinar um oyðilagdar plantur og pottar í býarmyndini, umframt at gjørt er vart við støðuna í viðarlundunum, har onkur hevur gjørt seg inn á plantuvøksturin. Tvøroyrar kommuna brúkar fitt av peningi upp á at fríðka um bý okkara og er tað sera hugstoytt at síggja at nógv verður oyðilagt av nøkrum fáum, ið hava henda merkisverda tørvin at bróta og oyðileggja.

Tvøroyrar kommuna fylgir neyvt við gongdini og fráboðar løgregluna um tilburðarnir.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo