UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-09-2023

VÆLVERUVENJINGARNAR BYRJA TÝSDAGIN 5. SEPTEMBER

Tvøroyrar kommuna bjóðar aftur í ár væl umtóktu vælveruvenjingarnar fyri borgarar 65+ ár, og verða tær sum vant í skúlahøllini í Trongisvági. Fyrsta venjingin verður týsdagin 5. september og vant verður 2 ferðir um vikuna: Týsdag og tórsdag frá kl 16.00-17.00. Gudrid Nolsøe, fysioterapeutur, og Birita Thomsen, ergoterapeutur, standa fyri venjingunum . Vant verður eftir tilmæli frá Sundhedsstyrelsen um venjing fyri 65+
Eftir hvørja venjing verður frukt og vatn at fáa. Løtan aftaná er kærkomin at fáa sær eitt prát í hugnaligari samveru.
 
Venjingarnar kosta 20 krónur fyri hvørja venjing. 
Tvøroyrar kommuna er við í ABC-verkætlanini fyri sálarligari heilsu, hjá Fólkaheilsuráðnum. Lesið meir um verkætlanina og fylgið við tiltøkunum her
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo