UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-02-2024

Starvslýsing Húsavørður við Stórá

TVØROYRAR KOMMUNA SØKIR EFTIR HÚSAVØRÐI TIL ÍTRÓTTARØKIÐ VIÐ STÓRÁ AT BYRJA 1. MARS 2024.
 
Ítróttarøkið við Stórá er fyrst og fremst høvðissæti hjá fótbóltsfelagnum TB, men er eisini staðið har børn, ung og vaksin møtast til at íðkað fóltbólt og annan ítrótt. 
 
VANGAMYND HJÁ UMSØKJARA
 
Útbúgving, royndir og førleikar:
  • handverkara útbúgving, kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt 
  • er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir
  • hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum
  • hevur hugsjónir og áhuga fyri ítrótt
Uppgávu v.m.:
  • at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring felagshúsið og vøllin verða yvirhildnar
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta
  • ábyrgd av dagliga rakstirnum av vøllinum og felagshúsinum, íroknað útleigan og reingerð
Setanar- og lønarviðurskifti:
  • talan er um hálvtíðar starvstíð (brøk 0.5)  svarandi til 19,5 tímar um vikuna
  • viðkomandi skal tola at arbeiða um kvøldi og um vikuskiftir
  • viðkomandi kann í serligum førum røkja uppgávur sum húsavørður á øðrum ognum hjá kommununi. 
  • starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag 
  • tilvísing til tekniska leiðaran
Umsókn:
 
Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. februar 2024 kl. 12.00.   ~barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu
  
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 611085.
 
  
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo