UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-05-2024

Georg Müller leiðari av Teknisku deild

Tvøroyrar Kommuna hevur sett Georg Müller í starv sum leiðara av teknisku deild. 

Georg Müller er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari, umframt at hann er løgggildigur el-innleggjari. Georg er 38 ár gamal, og hevur 14 ára starvsroyndir, sum elektrikari, maskinmeistari og el-innleggjari, og hevur m.a starvast hjá Strandferðsluni og SEV. Seinasta ½ árið hevur Georg Müller starvast á Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu sum málsviðgerði og tøkniligur ráðgevi innan drekkivatn, spillvatn, samt el- og tøkniliga útbúnaðin hjá kommununi.

Georg Müller er uppvaksin í Porkeri og býr í dag í Trongisvági saman við unnustuni Mariann Mikkjalsdóttir, og soni teirra Mikkjal.

Tvøroyrar kommunu ynskir Georg Müller vælkomnan í starv sum leiðari av Teknisku deild, har hann byrjar 1. juni 2024.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo