TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-04-2014

Vatnveiting, kloakk, el og telefon

Gjaldið fyri íbinding í kommunala  vatnveiting og  kloakk er í løtuni 15.000 kr - 5.000 kr fyri íbinding í vatnveiting og 10.000 kr fyri íbinding í kloakk.

Kloakk
Eigarin leggur sjálvur rørini frá húsunum til rottangan, og frá rottanganum til kommunala kloakk.

Vatnveiting
Kommunan leggur vatnveitingina inn á grundstykkið, ímeðan eigarin sjálvur leggur veitingina haðanífrá til húsini.

Útstykkingin á Heiðatrøðni
Veitingarnar eru lagdar til grundstykkini, og gjaldið fyri íbinding í  kommunala vatnveiting og kommunala kloakk  er íroknað kostnaðin fyri grundstykkið.

El og telefon
Eigarin avtalar sjálvur innleggingina við hesi feløg.



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo