TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
13-10-2015

Sjálvboðin plantaðu 950 trø og runnar

 

Í góðveðrinum mánadagin 12. oktober settu uml. 30 sjálvboðin meiri enn 950 trø og runnar niður í nýggju viðarlundini við Stórá í Trongisvági.

Tiltakið, ið var fyriskipað av Tvøroyrar Kommunu, byrjaði kl. 9:30 við einum kaffimunni í Ítróttardeplinum, og tey frammøttu vóru íðin at fara til verkar.  

Har vóru bæði famlijur og einstaklingar, ung og eldri, sum arbeiddu sera væl og málrættað, og eftir stuttari tíð byrjaði ein nýggj gróðurseting at koma til sjóndar í landslagnum. Útibarnagarðurin var eisini við, og børnini vóru sera upptikin av at seta trø niður. Tosað var um, at tá ið tey einaferð í framtíðini  fara ein túr í viðarlundini, kanska við teirra egnu børnum,  so kunnu tey fortelja, at tey vóru við til at planta hana, tá ið tey vóru 7 ár gomul.

Eftir nakrar tímar í sólini, bjóðaði kommunan ta væl dámdu Seglloftasúpan inni í tróttardeplinum, og tá var longu meiri enn helvtini av plantunum settar niður.

Tá ið dagurin var at enda komin, vóru einans 40-50 plantur eftir, og  tað merkir at uml. 950 runnar og trø vórðu gróðursett eftir einum degi.

Allir luttakarar hava uppborið rós fyri  eitt megnar avrik, sum vónandi verður til gleði fyri okkum øll í nógv ár framyvir.

Hevur tú hug til at verða við til at planta, so kemur høvið aftur, tí hetta var bert fyrsta stig í einari ætlan, ið fevnir um 13.000 m2. Vónandi verður tað líka hugnaligt og góð uppmøting næstu ferð!

 
Myndir frá degnum

 




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo