Nú er aftur eitt høvi til at hjálpa við at planta í nýggju viðarlundini við Stórá.
Í heyst settu 30 sjálvboðin uml. 1000 trø og runnar niður, og hetta var fyrsta stig í einari ætlan, ið fevnir um 13.000 m2.
Í gerandisdøgunum í páskafrítíðini er nú ætlanina aftur at gróðurseta 1000 trø, tískil er tørvur á sjálvbodnum, ið kunnu hjálpa í styttri ella longri tíð.
Byrjað verður at planta týsdagin 22. mars.
Tey sum vilja hjálpa kunnu møta kl. 9:30 í Ítróttardeplinum við Stórá, har ein kaffimunnur verður at fáa.
Tað ber væl til at taka børn við, og soleiðis fáa eina hugnaliga løtu saman.
Samskipari er: Lasse Jensen, tlf. 611081.