TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-04-2016

Umfatandi asfaltering á Tvøroyri í viku 19 og 20

Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt avtalu við Landsverk um at asfaltera uml. 21.000 m2 á Tvøroyri nú í vár. Arbeiðið umfatar fyrst og fremst niðara veg úr Trongisvági til Froðbiar, umframt doktaragøtu v.m. í miðbýnum, og snøklar aðrastaðni.

Arbeiðið byrjar 9. mai og tekur uml. 2 vikur.

Í viku 19 verður byrjað at fresa, og heitt verður á bilførarar um at koyra varliga,  bæði meðan arbeiðið fer fram og eisini í tíðarbilinum áðrenn asfalteringina í viku 20 , orsakað av nógvum kantum á koyribreytinum.

Borgarir, ið ætla sær at fáa okkurt hjá sær sjálvum asfalterað, skulu gera avtalu beinleiðis við Landsverk, Eydna Sandberg Mikkelsen, tlf. 290845, og fáa eisini rokning frá Landsverki.

Her er kort, ið visir økini, ið talan er um: Asfaltkort 2016 (PDF, 6MB).




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo